Vilja hava eina køliskipan til lík

- Hetta hevði gjørt, at umstøðurnar á hesum øki høvdu verið nøktandi, heldur Sands kommuna.

Á fundi í Sands kommunu í summar samtykti bygdarráðið at heita á Økistænastuna fyri Sandoyar sýslu um at fáa gjørt eina køliskipan til lík.

 

Bygdarráðið metir, at ein slík skipan kann - í samráð við leiðsluna - gerast í hølunum hjá Økistænastuni.

 

- Hetta hevði gjørt, heldur Sands kommuna, at umstøðurnar í Sandoynni á hesum øki høvdu verið nøktandi.