Á bygdarráðsfundi í Sands kommunu mánakvøldið varð samtykt at fara í holt við at gera eina nýggja heimasíðu til kommununa.
- Vit hava verið partur av felagskommunalu heimasíðuni - sandoyggin.fo - men um eina tíð verður okkara nýggja heimasíða sandur.fo virkin.
Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, sigur, at nýggja heimasíðan skal verða ein upplýsandi og kunnandi heimasíða, sum eisini kemur at hava ein tíðindateig.