Vilja hava bilaferju til Svínoyar

Tað hevði bøtt munandi um umstøðurnar

 Tað eigur at bera til hjá eini bilaferju hjá Strandferðsluni at leggja at í Svínoy.

Tað halda tey í Klaksvíkar býráð. Býráðið hevur nú heitt á løgtingið um at seta játta tvær milliónir krónur til at gera ein skráa í lendingini á Eiðinum í Svínoy, soleiðis at bilaferjur hjá Strandferðsluni kunnu leggja at og bilar kunnu koyra íland í Svínoy og umborð aftur.

Hetta fer at gera tað munandi lættari at fáa maskinur, oljubil, ruskbil. og aðrar størri bilar, í oynna, sigur býráðið.

 

Klakvíkingar halda, at tað er ikki neyðugt at gera ein skráa sum skal kunna brúkast í øllum veðri, men ein, sum kann brúkast, tá ið tørvur er á tí, og veðrið er til vildar.

 

Klaksvíkar býráð heldur, at verður ein skrái gjørdur, eigur hann at verða gjørdur so, at skip sum Sam, og eitt sindur størri skip, fáa brúkt hann, tí Strandferðslan hevur upplýst, at tey næstu skipini hjá stovninum, verða eitt sindur størri enn Sam.