Vilja hava betri umstøður til sjúklingar sum liggja at doyggja

Sjúklingar í Føroyum, sum liggja til at doyggja, skulu hava betri umstøður ta síðstu tíðina. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsumálum.

 

Vit hava einki serstakt heim -ella hospice- í Føroyum til fólk, sum liggja til tað síðsta. Men á Landsjúkrahúsinum er ein serlig deild við tveimum, ein pínulinnandi deild, har endamálið er at linna pínuna hjá sjúklingun, sum liggja til tað síðsta, umframt at taka sær av sálarliga og andliga tørvinum hjá sjúklingunum og teirra næstringum.

 

– Hetta er eitt tilboð, sum hevur stóran týdning fyri sjúklingar og avvarandi, men tað er ikki heppið, at hendan pínulinnandi deildin er á sjálvum Landssjúkrahúsinum, heldur RuthVang, løgtingskvinna fyri Framsókn.

 

Hon sigur somuleiðis, at hendan deildin er bara til sjúklingar, sum eru deyðasjúkir av krabbameini, og ikki til sjúklingar við øðrum deyðiligum sjúkum. Orsøkin til tað er partvís plásstrot og partvís starvsfólkatrot, sigur Ruth Vang.

 

Sjálv vísir Ruth Vang á, at um tvey ár er nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum liðugur, og tá verður A bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum til avlops. A bygningurin er tann elsti bygningurin á Landssjúkrahúsinum, út ímóti Sandagerði,har føðideildin er nú.

 

Ruth Vang heldur, at har hevði eitt heim til deyðiliga sjúk ligið væl, tí húsið líkist ikki einum vanligum sjúkrahúsi, samstundis sum tað er frítt fyri, við avbera góðum útsýni. Harafturat er bygningurin eitt sindur fyri seg sjálvan, men kortini er hann á sjálvum økinum hjá Landssjúkrahúsinum. Og tað er ein fyrimunur at vera beint við Landssjúkrahúsið, tí eitt slíkt heim hevur brúk fyri nógvum tænastum frá Landssjúkrahúsinum, leggur hon afturat.

 

Men Ruth Vang heldur eisini hon, at slík linnandi viðger kann verða á røktarheimum kring landið, og heima hjá fólki, sum helst vila vera heima ta síðstu tíðina.

 

Og nú hevur hon nú spurt Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, um nøkur ætlan fyriliggur um at gera eitt serligt heim til hesar sjúklingar burturav.

 

Sirið Stenberg sigur, at arbeitt verður við eini ætlan um at bøta um umstøðurnar hjá sjúklingum, sum liggja til tað síðsta fyri royna at gera ta síðstu tíðina so góða, sum tilber.

 

Tí er hon í ferð við at seta ein arbeiðsbólk at eftirmeta skipanina sum er, fyri at vita, hvussu tað hevur riggað. Og arbeiðsbólkurin skal eisini vísa á, hvussu hetta økið eigur at verða skipað framyvir, og hann skal eisini meta um, antin vit skulu hava eitt serstakt heim fyri deyðasjúk fólk.

 

Og hon heldur eisini, at ein slík skipan skal ikki bara vera fyri krabbameinssjúklingar, sum ikki longur fáa lekjandi viðgerð, tí hon eigur at vera fyri allar sjúklingar, sum hava tørv á pínulinnandi viðger.

 

– Tey, sum arbeiða á økinum, koma viðhvørt í eina etiska tvístøðu, tí tilboðið er bara markað til krabbameinssjúklingar, og ikki til aðrar sjúklingar, sigur Sirið Stenberg.

 

Hon sigur, at arbeiðsbólkurin skal eisini viðgera, hvussu ein skipan kann setast í verk, har sjúklingar, sum liggja til tað síðsta, kunnu fáa tað linnandi viðgerðina heima við hús.

 

Sirið Stenberg væntar, ar arbeiðsbólkurin verður liðugur í summar, og hon er samd við Ruth Vang í, at A bygningurin »hevði verið heilt fantastiskur«, til endamálið. Men samstundis leggur hon dent á, at eitt slíkt tilboð um pínulinnandi viðger skal vera til fólk allastaðni í landinum.