Vilja hava betri tamarhald á íløgunum hjá kommununum

Føroysku kommunurnar skulu helst ikki gera íløgur fyri meiri enn einar 130 milliónir um árið, sigur landsstýrið, sum nú hevur tikið stig til samstarv við kommunurnar um fíggjarpolitikkin

Tær kommunalu íløgurnar í Føroyum skulu helst ikki vera meiri enn 130 milliónir um árið.

Hetta stendur í einum uppleggi, sum landsstýrið legði fyri føroysku kommunurnar kommurnar mánadagin.

Mánadagin hevði Fíggjarmálastýrið kalla Kommunusamskipan Føroya og Kommunufelagið til fundar í Havn at umrøða eitt fíggjarpolitiskt samstarv ímillum landið og kommunurnar.

Í Kommunusamskipan Føroya eru tær seks størstu kommunurnar, Havnin, Klaksvík, Runavík, Tvøroyri, Vágur og Fuglafjørður.

Í Kommunufelagnum eru flest allar hinar kommunurnar.

? Vit fingu at vita, at hetta er ein liður í royndunum hjá landsstýrinum at fáa betri tamarhald á landsins fíggjarpolitikki sum heild, sigur Jákup Lamhauge, formaður í Kommunusamskipanini.

? Landsstýrið heldur, at í hesum sambandi er tað neyðugt at fáa samstarv í lag við tær føroysku kommunurnar eisini, tí tær eru ein týðandi partur í búskapinum. Tað eru serliga tær kommunalu íløgurnar, sum landsstýrið hugsar um. Hetta fyri at íløgurnar hjá landinum og tær hjá kommununum kunnu verða vigaðar upp ímóti hvørjum øðrum, so at tær tilsamans ikki verða størri enn eitt ávíst.

? Hetta er ein roynd at hava so mikið tamarhald á samlaða búskapinum í landinum, at hann ikki verður ov heitur aftur, við teirri avleiðing, at prísirnir verða tyrýstir upp. Í hesum liggur eisini, at Landsstýrið er sinnað at bera so í bandi, at íløgurnar verða drýggjaðar so mikið, at tað í mest møguligan mun skal sleppast undan at innflya arbeiðsmegi og entreprenørar

Í upplegginum, sum landsstýrið hevði við sær á fundin, stóð, at tey komandi árini skuldi íløgurnar hjá kommununum helst ikki verða hægri, enn tær eru í ár.

Tvs, at tær skulu helst ikki upp um 130 milliónir.


Ikki tann stóri trupulleikin

Jákup Lamhauge, formaður í Kommunusamskipan Føroya, ivast ikki í, at tað fer at bera væl til at fáa eitt fíggjarpolitiskt samstarv ílag ímillum landið og kommunurnar.

Hann sigur, at fundurin, sum var mánadagin, var ein kunnandi fundur og at partarnir hittast aftur seinni at viðgera støðuna meiri nágreiniliga.

Jákup Lamhauge heldur ikki, at tað verður nakar trupulleiki. Hann sigur, at hóast kommunurnar eru nógvar í tali, eru tær allarflestu við so lítlum íløgutørvi, at tað ger næstan ikki mun í samlaða landshúsarhaldinum. Tað eru bara einstakar stórar kommunur, sum hava so stóran íløgutørv, at tað ger mun.

Hann nevnir sína egnu kommunu sum dømi:

Runavíkar Kommuna, sum er ein av teimum stóru, ger íløgur fyri góðar níggju milliónir í ár

Harafturat kemur, at kommunurnar sleppa ikki at taka lán longur, í hvussu so er ikki tær, sum skylda nakað av týdningi.

Tvs, at tær skulu fíggja møguligar íløgur sjálvar og í tí liggur eitt rættiliga stór avmarking.

So tað er ógvuliga ivasamt, hvussu væl kommunurnar eru førar fyri at gera íløgur, hvussu fegnar tær annars vildu.

Men Jákup lamhauge sigur, at tað er greitt, at skal fíggjarpolitikkurin samskipast, verður tað eisini neyðugt hjá kommununum, atsamskipa íløgurnar onkusvegna.

Alt hetta eru spurningar, sum verða tiknir upp á seinni fundum.

Formaðurin í Kommunusamskipanini ivast í, hvussu lætt tað verður.

? Men sum fíggjarliga støðan er, vænti eg ikki, at tað verður nakar trupulleiki tey fyrstu árini, leggur hann afturat.