Vilja hava Berlusconi í rættin sum skjótast

Løgfrøðingarnir, sum kanna skuldsetingar ímóti italska forsætisráðharranum, Silvio Berlusconi, hava nú mæl dómsvaldinum til framskunda málini í rættinum. Millum skuldsetingarnar, sum verða kannaðar, er ein, sum sigur, at Berlusconi hevur havt kynsligt samband við eina 17 ára gamla gentu úr Marokko. Sambært ríkisákæranum, Bruti Liberati, er hetta málið næstan liðugt kannað.

Í sambandi við hetta málið er Berlusconi skuldsettur fyri at hava misbrúkt sítt vald sum forsætisráðharri. Gentan úr Marokko bleiv tikin fyri stuldur, men eftir boðum frá Berlusconi noyddist løgreglan at lata hana leysa.

Verður Silvio Berlusconi funnin sekur, kann hann fáa upp í trý ára fongsul fyri at hava havt kynsligt samband við ungar kvinnur, og harafturat kann hann fá upp í átta ára fongsul fyri at hava misbrúkt sítt vald.