Trygdarráðið hjá ST hevur einmælt samtykt at mæla til, at Ban Ki-moon verður afturvaldur til aðalskriva fyri eitt valskeið afturat, tá verandi skeið rennur út á nýggjárinum.
Málið kemur fyri ST-aðalfundin týsdagin í næstu viku, og tá fara tey 192 limalondini formliga at góðkenna, at Ban heldur fram. Sjálvur hevur aðalskrivarin skrivað øllum limalondunum bræv og biðið um at sleppa at halda fram.
Einki annað valevni hevur verið til aðalskrivarastarvið.










