Pensjónistar í Tórshavnar kommunu, sum dagliga brúka Tilhaldið, heita inniliga á Tórshavnar Býráð um at yvirtaka dagliga fíggjarliga raksturin, nú landsins stjørn hevur slept Tilhaldunum uppá fjall. ? Fyri okkum hevur Tilhaldið so ómetaliga stóran týdning í gerandisdegnum, siga tey í tíðindaskrivi
Pensjónistarnir siga, at Tilhaldið er vorðin ein náttúrligur partur av gerandisdegnum og gevur eina lívsgóðsku, sum tey í dag ikki kunna vera fyriuttan.
- Aðalmálið hjá Tilhaldinum er fyribyrging, og verður hetta okkum øllum og samfelagnum sum heild at gagni, ein menniskjansligur, mentunarligur og fíggjarligur vinningur, siga tey.
Samgongufundurin, sum klokkan 17 skal vera í Tórshavnar býráð, verður ikki heilt sum vanligir fundir. Bein fyri kl 17 fer ein gonga av Tilhaldinum nevniliga oman á býráðið fyri at biða um fíggjarligan stuðul til eldratilboðið Tilhaldið.
Higartil hevur ábyrgdin fyri Tilhaldinum ligið hjá landinum, men á nýggju fíggjarlógini er allur peningur til tilhald í landinum strikaður. Í Runavík er tilhaldið stongt og leiðarin uppsagdur, og í Havn verður endin tann sami, um býráðið ikki tekur um endan.