Nú skal greiði fáast á, hví palestinski leiðarin, Yasser Arafat, doyði.
Ahmed Qurie, forsætisráðharri, segði í gjár, at hann hevur givið einari nevnd boð um at kanna deyðsorsøkina. Nevndin skal tosa við palestinskar og aðrar læknar fyri at gera enda á teimum nógvu gitingunum, sum hava verið, síðani Arafat varð fluttur á eitt hernaðarsjúkrahús í París, har hann doyði nakrar dagar seinni.
Longu meðan Arafat lá á Percy-hernaðarsjúkrahúsinum, gingu søgur um, at hann var vorðin eitraður. Fronsku læknarnir hava sýtt fyri at almannakunngera deyðsorsøkina, og einkjan, Suha, sum hevur fingið eina frágreiðing frá læknunum, hevur heldur ikki viljað sagt nakað um tað. Ahmed Qurie segði í gjár, at tann serliga kanningarnevndin skal eisini til Fraklands fyri at fáa greiði á, hví Arafat doyði.
Palestinski uttanríkisráðharrin, Nabil Shaat, hevur fyrr avsannað, at Arafat var eitraður, men tað hevur ikki steðgað gitingunum, skrivar AP.










