Ruskinnsavning
Nú skal ruskinnsavningin hjá IRF privatiserast.
Tað halda fleiri kommunur í Eysturoynni.
À aðalfundinum í IRF, sum verður 9. mai, fara tær tískil st skjóta upp, at innsasvninin av ruski hjá IRF verður boðin út til privatar at reka.
Tað eru tær fimm kommunurnar í Sundalagnum, Sunda-, Haldarsvíkar- , Hvalvíkar-, Hósvíkar- og Saksunar Kommuna, sum nú vilja hava ruskinnsavningina á privatar hendur.
Ogt tær skjóta upp at tað verður arbeitt skjótt so at privatir kunnu yvirtaka koyringina longu 1. januar. Í fyrsta umfari skal koyringin bjóðast út í fimm ár
Men í uppskotinum, sum tær leggja fyri aðalfundin, siga tær IRF skal hava fíggjarligar fyrimunir av útbjóðingini.
?Og fíggjarligir fyrimunir fyri IRF, eru eisini fíggjarligir fyrimunir fyri kommunurnar, siga sundalagskommunurnar .
Harrar í egnum húsi
Tær fimm kommunurnar vísa á, at skuldin hjá IRF er ov stór og má gjaldast niður skjótari enn higartil.
Harafturat eru útreiðslurnar ov høgar og mugu lækka.
?Skuldin hjá IRF er nú ein so stór byrða fyri felagsskapin, at okkurt munagott skal gerast fyri at fáa hana niður á eitt forsvarligt støði. Samstundis má gamla skuldin verða niðurgoldin, áðrenn farið verður undir nýggjar, stórar íløgur, sum tørvur er á at gera.
Kommunurnar vísa eisini á, at limagjaldið til IRF er nú blivin ein rættiliga tungur partur av fíggjarorkuni hjá kommununum.
Og hóast inntøkurnar hjá IRF eru munandi øktar, hevur tað ikki ført við sær, at skuldin er minkað samsvarandi, eins og hjá kommununum.
?Fyri at tryggja, at vit eisini í framtíðini eru harrar í egnum húsi, er umráðandi at vísa okkum sjálvum og øðrum, at vit megna og vilja finna loysnir, sum eru til gagns fyri allar partar.
Tær siga, at verður innsavningin privatiserað, fer tað at bera til at spara, uttan at tænastustøðið lækkar.
Tær fimm kommunurnar siga, at verður øll innsavningin boðin út, kann IRF selja bilar, bingjur og verkstað og annað.
Alt hetta er vert einar 20 milliónir og tær skulu brúkast til at betala skuldina niður við.
Og tá ið innsavningin er bjóðað út, slepst eisini undan stórum íløgum bilar, bingjur og annað og sostatt minkar íløgutørvurin munandi.
? Og tá ið kapping verður á økinum, kunnu vit vænta, at útreiðslurnar fara at lækka, heldur enn at hækka. Á privatum hondum verður innsavningin fyri fastan prís og tí skuldi útreiðslurnar komið at ligið í eini fastari legu.
Tær siga eisini, at sum IRF nú er skipað, har bæði innsavning og brenning er við í prísinum, forðar tað fyri gjøgnumskygni og fríari kapping og tí er tað eisini kappingaravlagandi.
Tær leggja afturat, at tá ið innsavningin er bjóðað út, verður høvuðsuppgávan hjá IRF at hava brennistøðina, skiljihøllina og reinsiverkið.