Vilja hava at frítíðarlønin skal hækka heilt fitt

Fýra fakfeløg hava eina áheitan á myndugleikarnar

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um at avtaka lógina um, at summarferian er fimm vikur. Endamálið er, at tað skal bera til hjá fakfeløgunum á privat arbeiðsmarknaðinum at samráðast um at fáa longri feriu.

 

Tá  spurningurin  um  at fáa eina fríviku aftur,at hevur  tikið  seg  upp í sáttmálasamráðingum  á  privata arbeiðsmarknaðinum, hevur Arbeiðsgevarafelagið víst á, at hetta ikki kann lata seg gera, tí tað er  ásett  við  lóg,  at  frítíðin  er fimm vikur. 

 

Sostatt  tykist  frítíðarlógin vera ein forðing fyri, at løntakarar á privata arbeiðsmarknaðinum verða javnsettir við løntakarar á almenna arbeiðsmarknaðinum, tá ið talan er um frítíð, og nú vil Javnaðarflokkurin hava Løgtingið at beina hesa forðingina av vegnum.

 

Í hesum sambandi hevur Samtak nú verið á fundi við rættarnevndina hjá Løgtinginum um málið. Í Samtaki eru fýra stór fakfeløg, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag. 

 

Í hesum sambandi mælir Samtak til, at frítíðarlønin hjá verkafólki verður hækkað. Frítíðarlønin er 12 prosent, men Samtak mælir til, at hon verður hækkað upp í 15 prosent. Á Facebook vísa tey á, at nógvir halgidagar og frídagar, fella á vanligar arbeiðsdagar, og avleiðingin av tí er, at tímalønt verkafólk hava ein rættiliga stóran lønarmiss.