Vilja hava Arbeiðseftirlitið at virka aftur

Í eini fráboðan, sum Tjóðveldi sendi út fyri løtu síðan, sigur flokkurin, at tey vilja hava Arbeiðseftirlitið at virka aftur. Hetta sigur flokkurin, sum svar til tey 20 yrkisfeløgini, sum hava sent yvirlýsing og áheitan til politisku flokkarnar um at fáa Arbeiðseftirlitið at virka aftur.

- Vegna Tjóðveldi skal eg takka fyri skrivið og vísa á, at vit hava reist málið á løgtingi fleiri ferðir og mótmælt tí niðurskurði og umlegging, ið landsstýrið setti í verk frá degi til dags.

Tjóðveldi vísir í síni fráboðan á, at arbeiðsumhvørvi og arbeiðaravernd eru avgerandi fyri rættindi, heilsu og trivnað hjá øllum borgarum í einum framkomnum samfelag.

- Vit vilja sjálvsagt ganga undan at tryggja, at Arbeiðseftirlitið fæst at virka aftur sambært lógini og fær neyðugar umstøður at fremja sínar lógarkravdu uppgávur um arbeiðaravernd, sigur Tjóðveldi í síni fráboðan, sum er undirskrivað av Høgna Hoydal, formanni.