Vilja hava Aksel til løgmann

Kaj Leo Holm Johannsen er á einum fjórðaplássi, tá fólk verða spurd, hvønn tey vilja hava til løgmann

Kaj Leo Holm Johannsen er á einum fjórðaplássi, tá fólk verða spurd, hvønn tey vilja hava til løgmann.

 

Tað vísir veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.

 

35 prosent av teimum spurdu vilja hava Aksel V. Johannesen til løgmann. Hann hevur størstu undirøkuna millum javnaðarveljarar, men eisini millum tjóðveldisveljarar og fólkafloksveljarar hevur hann stóra undirtøku. 33 prosent av tjóðveldisveljarunum vilja hava Aksel V. Johannsen til løgmann, meðan 36 vilja hava Høgna Hoydal.

 

Millum fólkafloksveljarar hevur Aksel V. Johannesen eisini størstu undirtøkuna, 17 prosent. Tað er meira enn Annika Olsen, 15 prosent, og Jørgen Niclasen, 14 prosent.

 

Høgni Hoydal hevur næst bestu undirtøkuna í kannini at gerast løgmaður. 8 prosent av teimum spurdu vilja hava Høgna Hoydal til løgmann.

 

Á triða plássi er Alferd Olsen úr Sambandsflokkinum við 6 prosentum, meðan Kaj Leo Holm Johannesen kemur á fjórða plássi. Bara 5 prosent av teimum spurdu vilja hava løgmann til løgmann.

 

1.116 fólk eru spurd í kanningini, sum var gjørd í gjárkvøldið og fyrrakvøldið.