Vilja hava aðra stjórn

Ein veljarakanning í Noregi vísir, at ein meiriluti av veljarunum vilja hava eina stjórn við sosialdemokratinum Jens Stoltenberg sum forsætisráðharra.

Kanningin gevur Sosialdemokratunum, Sosialistiska Vinstraflokkinum og Miðflokkinum 55,5 prosent av atkvøðunum og 96 sessir í Stórtinginum. Teir tríggir stjórnarflokkarnir, Kristiligi Fólkaflokkurin, Høgri og Vinstri, fáa 25,5 prosent og 44 tingsessir.

Jens Stoltenberg sigur við NTB, at kanningin vísir, at norsku veljararnir vilja hava eina aðra stjórn.