Vilja hava 8 miljónir fyri mist rættindi

Nógv umrødda Jógvan S málið var fyri í Landsrættinum í morgun. Hetta er eitt mál, sum hevur røtur fleiri ár aftur, og sum man vera tað skipamál, sum hevur fingið mest umrøðu í hesi øldini

Skipamál

 

Málið um línuskipið Jógvan S tók seg upp, tá Jacob Vestergaard, sum tá var landsstýrismaður í fiskivinnumálum, eftir politiskum trýsti tók tilsøgnina hjá reiðarínum Sp/f Nakki í Klaksvík aftur.

Felagið hevði útvegað sær skipið Jógvan S, sum skuldi koma í flotan fyri onnur loyvi, ið felagið átti og sum vórðu løgd saman, so tey gjørdust nóg stór til hetta skip.

Sp/f Nakkur hevði fingið sína tilsøgn úr Fiskimálaráðnum um, at Jógvan S skuldi sleppa í flotan fyri hini loyvini, ið felagið átti.

Tá trýstið á landsstýrismannin gjørdist so stórt og hótt varð við misáliti, um hann læt Jógvan S sleppa inn í flotan, gjørdi hesin av ikki at geva skipinum endaliga loyvi kortini. Hetta gjørdi Jacob Vestergaard, hóast hann visti, at hetta fór at føra til endurgjaldskrav móti landsstýrinum fyri mist veiðirættindi og mistar inntøkur.

Dómur er áður fallin í Føroya Rætti, har landsstýrið er dømt at rinda felagnum í Klaksvík umleið 2,6 miljónir krónur við rentum fyri tíðarskeiðið frá 24. august 2003 til 15. mai 2004. Hetta svarar til slakar 3 miljónur krónur.

Hesin dómur fall hin 4. juli í 2004.

Men hetta er ikki einastu ferð, at Jógvan S málið hevur verið fyri í rættarskipanini.

Í morgun var málið fyri í rættinum fyri triðju ferð – og hesaferð í Landsrættinum.

 

Krevur 8 miljónir

Felagið í Klaksvík var ikki nøgt við dómin í Føroya rætti, sum síðan varð kærdur til Landsrættin.

Í morgun vóru vit í Landsrættinum og lýddu á proseduruna hjá Jógvani Páll Lassen, sum umboðar reiðaríið í hesum máli.

Sum skilst er kravið hjá reiðarínum, at landsstýrið rindar smápartafelagnum í Klaksvík 8 miljónir krónur í endurgjaldi, sum svarar til 800.000 krónur í 10 ár.

Hetta er fyri tíðarskeiðið frá 2008 og fram til 2018, tá fiskiloyvini sambært lógini um vinnuligan fiskiskap kunnu inndragast.

Í sínari proseduru, sum vardi tað mesta av einum tíma, vísti Jógvan Páll Lassen á, at avgerðin hjá landsstýrismanninum í Jógvan S málinum einki hevði við jura at gera.

- Hetta var reinur politikkur, har landsstýrismaðurin kendi seg noyddan at fylgja viljanum hjá síni samgongu og løgtinginum. Hetta var treytin fyri, at hann kundi halda fram sum ráðharri.

Advokaturin greiddi frá fleiri smálutum í málinum og vísti á, at landsstýrismaðurin tók sína avgerð, tó at hann visti, at reiðaríið fór at koma við endurgjaldskravi fyri eitt nú mist vinnurættindi og mistar inntøkur.

Hann segði, at talan var um “brutale overvejelser på bekostning af rederiet”, sum hann tók til.

- Landsstýrismaðurin hevur eisini viðurkent í rættinum, at hann við hesi avgerð síni átók sær endurgjaldsskyldu, segði Jógvan Páll Lassen.

 

“Overlagt rådighed”

Advokaturin vísir á, at høvdu umstøðurnar ikki broytt seg so nógv, sum tær gjørdu við avgerðini hjá landsstýrismanninum, hevði eingin ivi verið um, at Jógvan S og driftin av skipinum hevði hildið fram.

- Men avgerðin hjá landsstýrismanninum var orsøkin til fíggjarligu trupulleikarnar, sum felagið rendi seg í.

Jógvan Páll segði, at felagið sum frá leið hevði tveir møguleikar – antin at selja skipið ella at lata tað fara um eina tvingsilssølu.

Jógvan S varð seinni seldur fyri stívliga 5,4 miljónir krónur, sum var 170.000 meira enn metta virði.

- Hesa avgerð tóku eigararnir fyri at avmarka tapið.

Advokaturin kallaði avgerðina hjá Jacobi Vestergaard at taka veiðiloyvi frá Jógvani S fyri “overlagt rådighed”.

 

Vilja staðfesting

Tað er Eyðfinnur Jacobsen, sum umboðar Fiskimálaráðið í hesum máli, og hann hevur yvirfyri Landsrættinum í morgun sagt seg vilja hava dómin í Føroya rætti staðfestan.

Hósdagin fellir avgerðin í Landsrættinum um endurgjaldskravið hjá Sp/f Nakki upp á 8 miljónir krónur.