Amerikanska stjórnin ætlar nú í rættin við fyrrverandi súkklaranum, Lance Armstrong.
Tað skriva amerikanskir fjølmiðlar í dag.
Lance Armstrong var sjeyfaldur Tour de France vinnari, men misti heitini eftir at tað kom fram, at hann hevði nýtt ólóglig evnir.
Lance Armstrong súkklaði fyri liðið U.S. Postal Service, sum var stuðla av felagnum við sama navni, hvørs ognarskapur er almennur. Mett verður, at U.S. Postal Service hevur stuðla Lance Armstrong við eini 200 milliónum dollarum, ið svarar til góðar 1.4 milliardir.
Nú vilja teir hava helvtina aftur. Amerikanska stjórnin fer nevnliga í rættin við Lance Armstrong, eftir at hava ákært hann fyri svik. Upphæddin tey vilja hava er góðar 700 milliónir krónur. Lance Armstrong heldur uppá, at hóast hann ikki hevði yvirhildið treytirnar, sum stóðu í stuðulsavtaluni, so hevði hann eksponera U.S. Postal Service á ein positivan hátt, men hesum er ein dómari í Washtington DC ikki samdur í og hevur tí givið grønt ljós til, at stjórnin kann fara í rættin við Lance Armstrong.
Søgan byrjaði annars við, at Floyd Landis, fyrrverandi liðfelagið hjá Armstrong, í 2010 saksøkti Armstrong fyri svik ímóti sær og seinni hefti stjórnin seg uppí sakina eisini.
Lance Armstrong var í nógv undir illgruna fyri at hava nýtt ólóglig evnir meðan hann íðkaði ítrótt, men hann noktaði í fleiri ár fyri, at tað var sannleiki í tí. Í 2013 kom hann tó alment fram í amerikonskum sjónvarpi og játtaði at hava verið dopaður.









