Á síni heimasíðu endurgevur Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, nøkur tøl úr Krabbameinsætlanini fyri Føroyar.
Her verður vísti til eina kanning, sum Krabbameinsfelagið gjørdi í januar í ár um vanar og hugburð hjá føroyingum til at taka sól.
Í kanningini vórðu 500 fólk, sum eru 18 og eldri, spurd.
Av teimum, sum áttu børn millum 14 og 18 ár, svaraðu 24 prosent, at børnini høvdu roynt at taka sól einstakar ferðir, og sjey prosent svaraðu, at børnini regluliga taka sól.
Av teimum spurdu vóru 44 prosent yngri enn 18 ár, tá tey tóku sól fyrstu ferð.
- Í kanningini sæst eisini, at 84 prosent av føroyingum taka undir við 18 ára aldursmarki fyri at taka sól, er ein av niðurstøðunum í kanningini.
Um heimasíðuna hjá Gigni - www.gigni.fo - kann meira lesast um tað at taka sól, og her verður víst til kelduna, sum er Krabbameinsætlanin fyri Føroyar.










