Vilja hava 12 milliónir til føroyska gransking

Tað hevur stóran týdning, at førsoysk ílegugransking kann byrja nú

Tað hevur stóran týdning, at gongd nú verður sett á føroyska ílegugransking.

 

Tað staðfestir Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin á Løgtingið.

 

Nú Løgtingið viðgerð nýskipanina í heilsuverkinum, sigur Jákup Mikkelsen, at Løgtingið eigur at finna útvegir fyri at føroyska ílegusavnið, Fargen, fær 12 milliónir afturat, so at virksemið kann byrja.

 

Hann heldur, at viðurskiftini eru nóg trygg og nóg væl skipað til at farast kann undir virksemið við einum føroyskum ílegubanka.

 

Hann sigur, at nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerðar, eigur fíggjarnevndin at finna pengarnar, so at Fargen kann verða til veruleika.

 

Hann sigur, at umframt at røkka týdningarmiklum granskingarúrslitum, fer slíkt virksemi at skapa nógv arbeiðspláss av vælútbúnum fólki.

 

- Fara vit undir miðvísa gransking, eri eg vísur í, at tað eisini fer at bera til at fáa rættiliga fitt av útlendskum granskingarpengum til Føroya, sigur Jákup Mikkelsen.

 

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum sigur, at arbeitt verður við málinum og at ein virðilig loysn verður funnin.

 

Men eins og onnur lond hava ásannað, mugu vit eisini ásanna, at talan er eitt ógvuliga viðkvæmt øki, sum skal viðgerast við størsta varsemi, sigur hann.