Vilja halda jól í oddinum

Síðani týskvøldið hevur Stjørnan verið á odda í Sunset-kappingini, men hetta kann VB broyta leygardagin

Hondbóltur

 

Seinastu vikurnar er tað vorðið alt meira sjónligt, at oddastríðið í kvinnuhondbólti í ár stendur millum Stjørnuna og VB.

Seinasta vikuskiftið vórðu Tjaldur og Neistin mest sum sett av í kappingini um finalusessirnar, og nú kann VB so økja enn meira um fjarstøðuna til triðja plássið.

VB vitjar nevnliga hjá Tjaldri leygardagin, og hóast Tjaldur hevur bitið væl frá sær í fleiri dystum, so geva seinastu úrslitini eina fatan av, at VB eru favorittar til dystin.

Seinni dysturin hetta vikuskiftið er í Havn, har Neistin tekur móti StÍF. Havnarkvinnurnar hava enn ein lítlan møguleika at røkka finalusessinum, og tað er so hesum, sum tær spæla fyri. Og móti StÍF eru tær greiðir favorittar.

Triði dysturin hetta umfarið varð avgreiddu longu týskvøldið. Tá vann Stjørnan í Havn móti Kyndli, og eru klaksvíkarkvinnurnar við hesum á odda í deildini. Í øllum førum fram til leygardagin.