Veitir skulu gravast gjøgnum dalin í Dalshaga í Suðuroynni fyri at fáa meiri vatn til vatnið í Vatnsnes, og Yvirfriðingarnevndin hevur givið loyvi til hetta.
Hesum finst náttúru- og umhvørvisfelagsskapurin FNU hvassliga at, og tey meina ikki, at alt er farið rætt fram í hesum málinum. Felagið vísir á, at týðandi avgerðir eru tiknar uttan at eigararnir í Dalshaga eru kunnaðir og hoyrdir. FNU meinar tí ikki, at nakað loyvi eigur at vera givið frá Yvirfriðingarnevndini.
– Hvussu kann loyvi gevast til at grava og broyta lendi í Dalshaga, uttan at eigarar eru vitandi um hvat fyriferst? spyr FNU.
FNU er ikki hoyrt
Tað eru ikki bara eigarar, ið ikki eru hoyrdir - FNU er sum náttúruverndarfelagsskapur heldur ikki blivin hoyrdur og hevði onga kunning fingið um orkuætlanina, tá hon varð staðfest av Yvirfriðingarnevndini hin 19. juni í fjør. Áðrenn hetta varð ætlanin góðkend av Náttúrufriðingarnevndini fyri Suðuroyar sýslu hin 30. januar 2019.
Í FNU siga tey, at tey halda tað vera átaluvert at áhugafeløg, sum hava sum endamál at verja føroysku náttúruna, so sum FNU, ikki eru blivin innkallað ella eru blivin hoyrd, áðrenn loyvini eru givin.
Fyri at fáa kunning um málið valdi felagið í september at søkja um alment innlit, og síðani koma við viðmerkingum um málið. FNU gjørdi vart við, at har vóru nakrir eigarar, sum ikki vóru hoyrdir, og samstundis komu tey við eini áheitan til Yvirfriðingarnevndina um at taka málið upp til nýggja viðgerð.
Les eisini: – Øll skulu sjálvandi hoyrast