Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku var FarGen vertur fyri stóru altjóða ráðstevnuni FarGen Summit 2013 á Hotel Føroyum. Yvir hundrað luttakarar vóru á ráðstevnuni. Á ráðstevnuni vístu útlendsku granskararnir á, at FarGen verkætlanin kann gerast tann mest spennandi og týðandi ílegugranskingarverkætlanin komandi árini.
Allir granskararnir sýndu áhuga at samstarva um at lyfta hesa stóru uppgávu. Fleiri føroyskir granskarar hildu fyrilestrar, og eisini høvdu løgmaður, heilsumálaráðharrin og formaðurin fyri Arbeiðsgevarafelagið orðið.
Leygardagin var fundur við vísindaliga ráðgevaratoymið hjá FarGen, sum telur nakrar av heimsins sterkastu ílegugranskarum.
James Lupski og David Bentley høvdu týðandi leiklut í stóru verkætlanini Human Genome Project, sum frá 1990 til 2003 kortlegði allar ílegurnar hjá menniskjanum. Gilean McVean og Paul Flicek vóru eisini við Human Genome Project, men hava serliga havt avgerðandi leiklut í stóru altjóða verkætlanini 1000 Genome Project. Maynard Olson, ið var við sum gestur, var ein av stigtakarunum til Human Genome Project.










