Felagið Føroyskir Psykoterapeutar stríðist fyri at verða góðkent av Heilsutrygd, soleiðis, at tryggingin tekur við, tá ið fólk søkja sær hjálp frá psykoterapeutum.
Stóra takið hjá Psykoterapeutfelag Føroya er at fáa autorisatión, soleiðis at klientarnir hjá psykoterapeutum fáa somu treytir, sum onnur, hvørs tænastur partvíst vera fíggjaðar av Heilsutrygd.
Felagið hevur havt jaligan fund við Heilsutrygd, og nú er eftir at fáa autorisatiónina í rætt lag.
Heilsutrygd hevur víst til Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum er við upp á, at felagið fær autorisatión og bíðað verður nú eftir endaligum svari frá ráðnum, hvussu víðari farið farið fram.
Føroyskir Psykoterapeutar eru limir í Dansk Psykoterapeutforening og hendan hevur í januar í ár fingið avtalu við Sygesikring Danmark, har tey, sum søkja sær hjálp frá limunum í felagnum, fáa útreiðslur endurgoldnar.
Hjá einum psykoterapeuti viðgerð tú tína lívssøgu og tú fær sjálvur eyga á teir fløktu tankarnar, tú søkir hjálp fyri og hvussu tú greiður teir.