Tiltak
Millum 250 og 300 fólk vóru til tiltakið á Hotel Føroyum hóskvøldið, sum FC Amager og Team Føroyar Business Club skipaðu fyri.
Team Føroyar er sponsorfelagið hjá FC Amager í Føroyum, og felagið hevur eisini sponsorfelag í Danmark.
Tað vóru kend nøvn úr Danmark, sum førdu orðið á fundinum – í fyrsta lagi navnframi Flemming Østergaard, FCK-formaður og Frank Johansen, sum eitt nú er kendur innan donsku coach-bransjuna við nógvum ára royndum og eisini er kendur vinnupsykologur.
Frank hevur eisini verið ráðgevi hjá Toda Jónsson í hansara tíð sum professionellur fótbóltsleikari í Danmark.
Væleydnað tiltak
Vit spurdu Toda Jónsson eftir tiltakið, um hann var nøgdur við undirtøkuna.
- Eg haldi, at tiltakið eydnaðist sera væl, og eg havi longu nú fingið góðar afturmeldingar frá fólki, sum luttóku.
Eini 250-300 fólk vóru til tiltakið, og tað fegnast Todi um. Kortini hevði hann væntað, at uppaftur fleiri fóru at leita sær niðan á Hotel Føroyar til fyrilestrarnar.
- Ja, eg hevði í veruleikanum væntað, at uppaftur fleiri vildu hoyra ein mann við slíkum royndum og slíkari succes, sum Flemming Østergaard hevur havt, bæði í Lyngby og seinni – og serliga – í FCK, har hann upp á 10 ár hevur uppbygt FCK til eina miljardafyritøku.
Todi sigur, at Flemming hevur onkrar ”beundrarar” í Føroyum, og í Danmark eru nógvir beundrarar og eisini ymiskar meiningar um mannin og arbeiðsháttin hjá honum.
- Hann stjórnaði Lyngby, tá eg spældi har, og hann byrjaði hjá FCK eitt hálvt ár, áðrenn eg fór úr Lyngby. Soleiðis kenni eg Flemming – fyrst í fýra ár í Lyngby og síðan í 8 ár í FCK.
Todi sigur, at Flemming eisini var við til at byggja Lyngby upp, men hetta felag hevði ikki sama potentialið sum FCK.
- Hann er ein harður forrætningsmaður, sum dugir væl at fáa fólk at renna eitt sindur meira enn vanligt. Hann er visjonerur, setir sær nøkur mál og fer miðvíst eftir teimum. Flemming veit, hvussu man uppbyggir eitt felag – at íløgukarmar skulu halda, og at organisatiónin skal vera í lagi. Vit hava alt at læra, og eg haldi, at vit hava nógv at læra av einum slíkum manni sum honum, sigur hann.
Flemming hevur eina bakgrund innan virðisbrævamarknaðin, og hann bygdi í sínari tíð eisini upp eina fyritøku, sum seldi skrivstovuútgerð í Skandinaviu.
- Hann er blivin eitt ”brand” í Danmark, og tey flestu hava eina meining um mannin. Hann dugir at gera nakað stórt og kanska á ein øðrvísi hátt enn tey flestu, sigur Todi.
Tað mentala
Frank Johansen tosaði í breiðari merking um evnið ”Menning er menning av menniskjum”.
Hann er kendur í donsku coach-bransjuni gjøgnum mong ár og hevur eisini drúgvar royndir sum vinnupsykologur. Frank hevur eisini verið ráðgevi hjá Toda Jónsson í tíðini, hann hevur verið professionellur fótbóltsleikari í Danmark.
- Tann mentali parturin av ítróttini er ein rættiliga undirmettur partur av tí heila.
Todi sigur, at tá tú íðkar ítrótt, veitst tú skjótt, hvørjir eru góðir til tað, tú hevur brúk fyri í tínum yrki – og danska fótbóltsverðin er lutfalsliga lítil, sigur hann.
- Frank hevur eitt nú havt nógv góð ítróttarfólk undir sínum veingjabreiði, og soleiðis eisini nógvar góðar golf-leikarar. Hann hevur eisini hjálpt nógvum vinnulívsleiðarum í sínum starvi sum vinnupsykologur. Tað, sum ræður um, er at brúka tankarnar rætt, sum hann tekur til.
Í áhugaverdum fyrilestri, sum fólk flest kundu fingið nakað burtur úr, vísti Frank á, at kenslur og tankar kunnu broytast – og at kroppurin reagerar skjótt upp á skifti millum tað negativa og positiva. Hugsa vit negativt, reagerar kroppurin negativt.
- Negativir tankar føra til negativar kenslur – og øvut. Kenslur ávirka okkara sálarstøðu. Tí er umráðandi, at vit læra at hugsa um viðurskiftini á rættan hátt.
Frank vísti á, at strongd er ein veksandi trupulleiki millum fólk.
- Fólk, sum eru illa fyri kropsliga, fáa rímiliga góða viðgerð, men verri er við teimum, sum eru illa fyri sálarliga. Negativir tankar taka orkuna úr kroppinum.
Hann vísti á, at viðhvørt halda vit, at vit kanska gera ov nógv.
- Men vit gera ikki meira, enn vit kunnu - og viðhvørt gera vit meira, enn vit hildu, vit kundu. Tað kann ikki vera rætt, at eitt gott fótbóltslið tapir, tí leikararnir ikki fáa tað at hanga saman í høvdinum, segði hann, Frank Johansen.
Samansjóðing
Todi Jónsson sigur, at endamálið við tiltakinum á Hotel Føroyum var at geva føroysku sponsorunum nakað afturfyri stuðulin, sum FC Amager fær úr Føroyum.
- Vit vilja soleiðis fegnir verða við til at geva sponsorunum nakað afturfyri, at teir stuðla okkum.
Hann heldur, at tiltakið eisini var eitt gott høvi at samansjóða ein bólk av fólki og soleiðis leggja upp til samanhald.
- Vit hava higartil ikki gjørt so nógv uppsøkjandi arbeiði fyri at fáa enn fleiri sponsorar í Føroyum. Vit hava fingið nakrar fáar aftrat teimum, sum vóru við í byrjanini.
Todi sigur, at tað er vónin hjá teimum, sum nú standa aftanfyri FC Amager, at føroyskar fyritøkur síggja felagið sum ein møguleika at koma út í heim.
- Vit hava eisini eitt sponsorfelag í Danmark, og vit kundu hugsað okkum, at fyritøkur í Føroyum og Danmark funnu saman til gagns fyri báðar partar. Donsku fyritøkurnar, sum stuðla okkum, vilja gjarna koma upp til Føroyar gjøgnum FC Amager, og í hesum sambandi verður eisini hugsað um vinnulívssamstarv.
Todi Jónsson heldur, at tiltakið á Hotel Føroyum soleiðis kann vera eitt gott startskot til at skapa sambond og eitt størri netverk millum fyritøkur.










