Vegurin ímillum Oyndafjørð og Hellurnar, og vegurin til Funningsfjørð, eiga at verða breiðkaður. Tað halda teir tríggir løgtingsmenninir, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Sjálvstýri og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum.
Nú hava teir lagt uppskot fyri Løgtingið um at breiðka vegirnar til hesar bygdirnar. Teir halda kortini, at tað skulu ikki brúkast meiri enn 12 milliónir upp á at breiðka vegin ímillum Oyndafjørð og Hellurnar og 15 milliónir at gera vegin til Funningsfjørð, og ígjøgnum Funningsfjørð.
Teir siga, at ein partur av vegnum ímillum Oyndarfjørð og Hellurnar er breiðkaður, men aðrir partar av honum eru í ringum standi, men verða 12 millónir brúktar upp á hann afturat, ber til at fáa allan vegin at lúka nútíðar krøv. Teir siga eisini, at ferðslan eftir vegnum til Hellurnar er økjandi tí nú er smoltstøð har.
Samstundis mæla teir til at breiðka vegin frá krosssinum Millum Fjarða til Funningsfjørð. Tað kostar 15 milliónir, men teir halda, at tað er neyðugt, tí ferðslan er munandi økt, umframt at fleiri stórir bilar koyra har. Serliga eru tað ferðamálini Elduvík og Gjógv, sum eru vorðin alsamt betur umtókt.
Hinvegin er vegurin eeinsporaður størsta partin av teininum og persónbilar kunnu illa møtast, og stórir bilar als ikki kunnu møtast. Eisini inni í bygdini er vegurin einsporaður og hevur við sær stóran váða fyri børn og vaksin, sum eru til gongu. Ongin vegøksl er og enn minni gongubreyt og tí ganga fólk í veruleikanum úti á vegnum, har bilarnir koyra, siga teir.