Nú verður tátturin við at hava fólkaheilsurenning tikin uppaftur.
Leygardagin 4. juni skipa Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Bragdið og Fólkaheilsuráðið sostatt fyri Fólkaheilsurenning í Havn.
Landsstýriskvinnan heldur, at hetta er eitt gott tiltak og øll kunnu vera við.
- Endamálið við Fólkaheilsurenningini er ikki at kappast, men at geva øllum, yngri sum eldri, eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg saman við øðrum og tað stendur sjálvsagt púrasta til fólk sjálvi, um tey vilja ganga ella renna teinin. Tað, sum umræður, er at vera við.
Sirið Stenberg sigur, at endamálið við Fólkaheilsurenningini er at gera vart við týdningin av at liva sunt og at vera virkin.
- Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til Fólkaheilsurenningina, sigur hon.
Samstundis sum fólkaheilsurenningin er, verður eisini skipað fyri tveimum øðrum tiltøkum. Krabbameinsfelagið skipar fyr tiltaki, har tey ganga eitt hálvt maraton og harafturat verður Tórshavn Maraton hendan sama dagin.
- Sostatt hava øll møguleika fyri at fara til tað tiltakið, sum teimum dámar best, sigur Sirið Stenberg, sum eisini vónar, at skipað verður fyri fólkaheilsurenningum aðrastaðni í landinum eisini.
Seinni í ár fer hon eisini at skipa fyri eini fólkaheilsuráðstevnu, har ein fólkaheilsuvirðisløn eisini fer at verða latin á fyrsta sinni.










