Í mai mánaði verður skipað fyri søguligari MMA kampítróttarstevnu í ítróttarhølini á Hálsi, har tað verður dystast í boksing, kick-boxing og MMA. Alt er "full-contact", tað merkir uttan verju av nøkrum slag.
Les eisini: MMA í Føroyum: Til hendur á Hálsi
Tað eru Jákup Jacobsen, sum eigur Yndi, og løgtingsmaðurin fyri javnarflokkin, Bjarni Hammer, sum fyriskipa kampítróttarstevnuni í Føroyum.
- Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at nakað líkanditiltak verður í Føroyum. Vit hava fleiri sløg av kampítrótti, og talan er um fólk, sum veruliga vita hvat tey gera. Íðkari, dómarar og venjarar koma úr øllum Evropa, og enntá onkur uttanfyri Evropa, sigur Jákup Jacobesen.
Fult lógligt
Tað er fult lógligt at dystast í MMA, boksing og kick-boksing í Føroyum Fyriskiparnir siga, at teir hava tikið øll tey atlit, sum skulu takast fyri at fyriskipa einum slíkum tiltaki.
- Vit hava tosað við mynduleikarnar, og tað einki til hindurs fyri at fáa slíka ítróttarstevnu hendan vegin. Vit skulu sjálvandi hava lækna, sjúkrabil og hjálparfólk til stevnuna og tað er alt í lagi, sigur Jákup Jacobsen.
Talan er um ”full contact”, sum merkir at tað verður uttan verjur og serligar reglur.
- Hetta er akkurát sum tú sær tað í sjónvarpinum. Tað verður eitt áttakan búr, sum teir kempast í og tað er uttan verjur og brynjur, sigur Jákup Jacobsen.
Av tí at hetta er fyrstu ferð, so torir Jákup Jacobsen ikki at spáa um, um hetta verður endurtikið og ein partur av føroyska ítróttarárinum.
- Tað kemur ann upp á hvussu fólkið móttekur hesum. Tað verða sjálvandi tey, sum halda hetta er ørt, tí talan er um kampítrótt. Hinvegin er talan um ein ítrótt, sum er ein sjálverjuítróttur, ið er tann skjótast vekastandi í USA, greiðir Jákup Jacobsen frá.
Tankin verið til leingi
Jákup Jacobsen og Bjarni Hammer hava leingi tosað um at skipa fyri hesum tiltakinum.
- Vit hava tosað um tað fleiri ferðir. Brádliga blivu vit samdir um at gera tað. So fóru vit í holt við at finna útav nær vit kundu gera tað. Bjarni Hammer hevur allar kontaktirnar og fór at tosa við tey ymisku fólkini. Tað vísti seg, at 7. mai passar øllum partur væl, greiðir Jákup Jacobsen frá og leggur afturat:
- Vit gera hetta fyri at gera vart við kampítrótt, sum er ókend í Føroyum, sigur Jákup Jacobsen at enda.
Dystirnir í teimum ymisku ítróttargreinunum verða í tríggjar til fimm rundir, og samanlagt verður mett, at stevnan verður í áleið tveir og ein hálvan tíma.