Tórshavnar Býráð fer nú at kanna um tað ber til at gera tunlar í Havnini til parkeringspláss. Tað sigur Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum.
Parkeringsviðurskiftini hevur leingi verið ein ovurstórur trupulleiki í Havnini, og tað eru eisini býráðslimir, sum onkuntíð hava kallað parkeringstrupulleikan ta størsta vandamáli í Havnini yvirhøvur.
Jákup Dam ásannar, at tá ið ið koyrandi er ígjøgnum Eysturoyartunnilin um góð tvey ár, fara parkeringsviðurskiftini at verða ein hvaðna verri trupulleiki enn tey eru í dag. Tí hevur býráðið av álvara sett sær fyri at loysa trupulleikan, tí hetta er ein trupulleiki, vit ikki sleppa undan at loysa, sigur formaðurin í Teknisku nevnd.
Hann sigur sostatt, at hetta er eitt vandamál, sum eigur at verða sett rættiliga frammaliga í íløguætlanini hjá býráðnum, og so má heldur okkurt annað bíða.
– Vit hava nógvar ætlanir, men spurningurin er, um vit hava ráð til at lata parkeingstrupulleikan liggja óloystan, sigur hann.
Í hesum sambandi fara umboð fyri Tórshavnar Býráð til Noregs í heyst at hyggja at parkeringstunlum. Har hava tey royndir av parkeringstunlum og endamálið við ferðini er at vita, hvussu tað sær út og at kanna um tað ber til at gera parkeringstunlar í Havn.
Jákup Dam staðfestur, at skal parkeringstrupulleikin loysast, verður neyðugt at taka rívan til, tí tey koma ongan veg við lappaloysnum, har nøkur fá pláss verða gjørd her og har.
Tí er neyðugt at gera eitt, ella nøkur, stór parkeringspláss og tað skal vera miðskeiðis í Havnini. Men formaðurin í Teknisku Nevnd ásannar eisini, at tað er ógvuliga avmarkað við plássi mitt í Havnini til stór parkeringspláss, ella parkeringshús. Fyrimunurin við einum tunli er harafturímóti, at hann stjelur einki pláss oman á.
Hvar í í Havnini, næsthendis miðbýnum, talan kann verða um at gera parkeringstunnil, vil hann ikki meta um enn.