Í tilmæli frá 2012 um skúlabygnaðin í Tórshavnar kommunu mælti ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri allar skúlarnar til, at Nám X, sum er 10. flokkur í kommununi, at skipanin verður ein sjálvstøðugur skúli við sjálvstøðugari leiðslu.
Skúlablaðið skrivar í dag, at kommunan tók ikki støðu til hetta tilmæli, men at tey í løtuni eru í holt við at eftirmeta Nám X. Henda eftirmeting er og fer til hoyringar hjá skúlastýrunum og lærarunum í løtuni, og hon verður væntandi løgd fyri mentamálanevndina hjá býráðnum í vár.
– Har røða vit um, hvørt Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli ella ikki, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari hjá Tórshavnar kommunu við Skúlablaðið.
Sambært Skúlablaðnum hava býráðspolitikararnir hava fingið nakrar valmøguleikar at taka støðu til í sambandi við eftirmetingina.
Nám X heldur til í Eysturskúlanum. Hvar námið fer at halda til í framtíðini er óvist enn, men ikki er alneyðugt, at skipanin skal vera í einum skúlabygningi fyri seg. Um hon verður verandi í Eysturskúlanum, fer tíðin at vísa.
Í fjør vóru tingingar millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um at fáa eitt gerðarbýti í lag um nakrar bygningar. Prinsipielt gerðarbýti fekst í lag við tí úrsliti, at landið skuldi fáa bygningin á adressuni Frælsinum, sum var Føroya Læraraskúli, nú Fróðskaparsetur Føroya og eindin á Frælsinum hjá Skúlanum á Fløtum, fekk handilsskúlabygningin við Marknagilsvegin.
Tá varð røtt um at hýsa Námi X í handilsskúlanum beint við síðuna av Glasi, men endalig avtala er ikki fingin í lag enn, og óvist er, um tað verður samtykt.
– Tann transaktiónin er ikki framd í verki, og um hon verður tað, veit eg ikki í løtuni, men politiska skipanin skal taka støðu til, um Nám X skal vera ein sjálvstøðugur skúli, sigur Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari, við Skúlablaðið.
Spurningurin er altso, um Nám X í leiðsluhøpi verður ein sjálvstøðugur skúli ella ikki. Talan er ikki um teir fysisku karmarnar. Tað er væl møguligt, at fysiskt verður Nám X verandi í Eysturskúlanum, men leyst av leiðsluni har.
– Men vit hava onga endaliga tilráðing um tann spurningin enn, sigur hann.
Mentamálaleiðarin hjá Tórshavnar kommunu sigur víðari við Skúlablðið, at spurningurin kemur til politiska støðutakan í vár.
Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum við at trýsta her.