Havnin skal verða ein av heimsins bestu býum at súkkla í. Tað hevur Byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð samtykt, og nú verður so arbeitt víðari við málinum.
Og tá ið tey tosa um at gera Havnin til ein av bestu býum í heiminum at súkkla í, hugsa tey bæði um tey átta ára gomlu og tey 80 ára gomlu.
Tað er Marin Katrina Frýdal, sum er forkvinna í nevndini, sum hevur reist málið í nevndini. Sjálvt er hon íðin at súkkla og tað er javnan, at hon reisir spurningin í býráðnum um at bøta um umstøðurnar hjá súkklufólkinum. At súkkla er gott fyri heildu og umhvørvi, og so koma vit eisini fram, hagar vit skulu, sigur hon. Tað er eisini ein fíggjarligur vinningur í tí, leggur hon afturat
Hon heldur, at fortreytin fyri einum góðum samfelagi, er, at flytførið er gott, har bilar ikki longur dálka luftina og taka so nógv pláss. Økta framtíðar ferðslan skal loysast við súkkling, við at ganga og við almennari ferðslu, leggur hon afturat.
Og í Byggi- og býarskipanarnevndini halda tey, at tað liggur væl fyri at súkkla í Havnini, tí allastaðni er stutt at fara, og súkklurnar eru góðar. Og hóast tað mangan er vindur og regn, er veðrið milt, og vit hava góð klæðir
– Málið er, at súkkling skal vera eitt trygt og natúrligt val hjá teimum flestu, sigur hon. Hon sigur, at longu nú er gott at súkkla nógva staðni. Men skal Havnin skara framúr, sum súkklubýur, skal tað verða trygt, lætt og skjótt at súkkla.
– Ein súkklubýur er ein býur við meira plássi, minni larmi, reinari luft, glaðum og nøgdum íbúgvum, sigur Marin Katrina Frýdal. Og lykilin til tað er at gera eina samanhangandi súkkluleið, har súkklurnar í mestan mun er atskild frá bilferðsluni.
Í fyrstu syftu verður hugsað um at gera skráar allastaðni, har gongubreytir og súkklubreytir enda, og at fáa parkeringspláss til súkklur, altso súkkluhús, har súkklur kunnu standa trygt og turt, og sum hava streym til el-súkklur, og sum eru útgjørd við pumpum, skiftilyklum og øðrum hentleikum. Allir skúlar, dagstovnar og kommunal arbeiðspláss, skulu eisini hava somu umstøður, og tað skal eisini verða lættari at fáa súkkluna við í býbussarnar.
Og slíkir hentleikar skulu bæði vera í miðbýnum og í útjaðaranum, soleiðis at tey, sum ferðast til og frá arbeiði, við Bygdaleiðum ella Bussleiðini, kunnu súkkla síðsta teinin.
Og nú hevur Byggi- og býarskipanarevndin so samtykt at seta ein arbeiðsbólk við fólki frá umsitingini í býráðnum til at lýsa tey málini, sum skulu gerast, og hvussu tey kunnu setast í verk.