Uppskot um at gera Suðuroy til eitt royndarøkið, er nú lagt fyri Løgtingið. Ella tað er rættari at siga, at tað er aftur lagt fyri Løgtingið, tí sama uppskot varð lagt fram í vár, men tað varð ikki avgreitt fyri løgtingsvalið.
Men nú hevur Javnaðarflokkurin so lagt tað fram aftur og endamálið er at gera eina royndarskipan í Suðuroynni fyri fólk ímillum 18 ár og 67 ár.
Kommunurnar í Suðuroy samstarva um eldraøkið og í tí sambandi er Suðuroyar Bú- og Heimatænasta sett á stovn
Eftir uppskotinum skal Bú- og Heimatænastan eisini yvirtaka tær tænastur, fólk ímillum 18 og 67 ár, frá Almannaverkinum.
Endamálið er at sleppa undan, at bæði Almannaverkið og Bú- og Heimatænastan veita sama slag tænasustum, tí tað er at gera dupult arbeiði. Og mett verður, at fíggjarliga er tað skynsamari at allar tær tænasturnar verða veittar á einum staði.
Her verður hugsað um dagtilboð, ergoterapi, fysioterapi, fyribyrgjandi venjing, mattænastu, umlætting, koyritænastu og vegleiðing til persónar undir fólkapensjónsaldur, ið hava varandi sjúku, seinheilaskaða og alkoholdemens og annað.
Fyri at átaka sær hesar uppgávur, skulu kommunurnar fáa 3,5 milliónir í endurgjaldi úr landskassanum næsta ár, men frá 2021 og árini framyvir, skal endurgjaldið vera 4,5 milliónir
Tá ið uppskotið varð lagt fram í vár, varð mett, at trupulleikin við dupultfunktiónum er tann sami í øðrum pørtum í landinum, sum í Suðuroy.