Vilja gera ein mun

Maud Wang Hansen og Tróndur Vatnhamar greiða Hilmari Jan Hansen frá, hví tey eru við í átakinum Meðan vit bíða.

Næstu 10 dagarnar skulu sjey fólk savna pengar inn til átakið "Meðan vit bíða", sum Miðlahúsið hevur tikið stig til, og sum snýr seg um at fáa hjálpt teimum børnum í Føroyum, sum liva í fátækraváða.

Hesi sjey fólkini eru Katrin Kallsberg, Tróndur Vatnhamar, Hjørdis Háberg Petersen, Maud Wang Hansen, Magni Arge, Livar Nysted og Ragnhild Ellingsgaard, sum hvør á sín hátt fara at varpa ljós á fátækradømi í Føroyum.

Hilmar Jan Hansen hevur hitt tvey teirra, Maud Wang Hansen og Trónd Vatnhamar, og spurdi tey, hví tey høvdu játtað at verið við til átakið, "Meðan vit bíða."

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við tey bæði.