Nú skal minstukrav setast til, hvussu nógvir pedagogar skulu vera til hvørt barn í vøggustovum og í barnagørðum.
Tað sigur Javnaðarflokkurin, og tí hevur flokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógvir pedagogar skulu vera fyri hvørt barnið.
Í hesum sambandi vil Javnaðarflokkurin hava Løgtingið at samtykkja, at tað skal vera minst ein pedagogur fyri hvørji trý børn í vøggustovum og minst ein pedagogur fyri hvørji seks børn í barnagørðum.
– Í dag er einki minstamark, og tí er tað ógvuliga ymiskt, hvussu nógv vaksin eru um børnini á dagstovnunum kring landið, sigur Javnaðarflokkurin.
– Eitt minstamark vil hava við sær, at støðið á dagstovnunum hækkar í summum kommunum, men í øðrum kommunum, har tað dagstovnarnir eru væl mannaðir við pedagogum, fær tað onga ávirkan hevur á starvsfólkatalið.
Eisini er hetta ein trygd fyri, at skerjingar ikki fara fram á barnaøkinum, tí tað er eitt minstakrav um, hvussu nógv vaksin skulu vera á stovnunum.
Hetta fær fíggjarligar avleiðingar fyri summar kommunur. Tí mæla tey í Javnaðarflokkinum eisini til, at tær kommunur, sum eru ringast fyri fíggjarliga, fáa fíggjarligt ískoyti frá landinum har tað er neyðugt fyri at kunna halda seg til minstamarkið.
Javnaðarflokkurin sigur, at hetta er ein partur av eini langskygdari ætlan um at styrkja góðskuna á dagstovnaøkinum.
Hetta er eisini eitt lið í royndunum, at tryggja eitt ávíst støði á teimum vælferðartænastum, sum verða veittar í Føroyum.
Og tey siga, at tískil fer Javnaðarflokkurin eisini at fyrireika eitt uppskot um, hvussu nógvir lærarar skulu vera í skúlunum, og hvussu nógv starvsfólk skulu vera í eldrarøktini.