Vilja gagnnýta vindin

Vindur er varandi tilfeingi, sum vit fáa fyri einki. Honum vilja vestmenningar nú gera gagn av. Teir ætla at fara undir vindmátingar við av vindmylum fyri eyga

Vindorka

Vestmanna:Ætlanir eru um at fara undir vindmátingar Uppi á Mýrum oman fyri Vestmanna. Tað er felagið Røkt í Vestmanna, sum stendur fyri verkætlanini. At hjálpa sær hava teir fingið fólk frá donsku kanningarstøðini á Risø.
Ein teirra, sum stendur aftan fyri felagið Røkt, er Johan í Niðristovu. Hann sigur at talan er um eitt felag, sum í løtuni rekur aling á Heygadalsvatni í Vestmanna umframt eitt sindur av entreprenørvirksemi.
Í samstarvi við fók frá Risø kanningarstøðini verður farið undir at kanna vind á reyninum vestanvert byrgingina Uppi á Mýrum. Har verður ein mastur sett upp, sum fer at kanna vindferðina í 10 og 30 mertra hædd, sigur hann.
Miðað verður í móti at fara í gongd sum skjótast fyri at fá veturin við og soleiðis fáa eitt so briett støði sum gjørligt at standa á, tá kanningarnar skulu viðgerast.
At tað skal bera betri til hjá felagnum Røkt, enn tað hevur gjørt hjá øðrum, sum fyrr hava roynt, væntar Johan í Niðristovu.
Uttan at gera sammetingar við aðrar royndir, sigur hann tó, at teirra ætlan byrjar við kanningum av vindviðurskiftunum. Tað er, honum kunnugt, ikki gjørt fyrr. Tað hevur heldur verið hinvegin, at farið er í gongd, so so skuldu myllurnar sjálvar koma við kanningarúrslitinum.
Eisini metir hann tað sum eina styrki at hava fingið óheft fólk frá Risø at vera við.

Gomul ætlan
Talan er í grundini um eina gamla verkætlan, sum teir hava gingið við í fleiri ár, sigur Johan í Niðristovu.
Hon er nú við at búnast, og roynt verður at fáa samstarv í lag við SEV.
?Vit hava havt samband við leiðsluna í SEV, sum virkar positiv fyri ætlanini. Men vit hava enn iki fingið nakað endaligt svar. Kortini halda vit okkum til at fara at gera kanningarnar, tí politiska rákið í løutni er soleiðis, at tað eigur at bera til at sleppa upp í part, sigur hann.
Hann vísir á tað, sum nú hendir á samskiftisøkinum, har eitt felag leigar seg inn á netið hjá einum øðrum.
?Júat á sama hátt eigur at bera til at gera við orkuna, sum vit fara at fáa burtur úr vins myllunum, sigur hann.
Tað tekniska er ikki nakar trupulleiki longur, sigur hann og vísir á, hvussu væl vindmyllur arbeiða eitt nú í Danmark.
At tað skal bera til fíggjarliga, er hann heldur ikki í iva um, tí vindviðurskiftini eru soleiðis í Føroyum, at ein mylla her gevur umleið tað dupulta av orku, sum ein mylla av sama slag ger í Danmark.

Støðið
Grundstøðið undir verkætlanini er i lagi, sigur Johan i Niðristovu. Felagið Røkt hevur atgongd til økið, ætlanin er at hava møguliga komandi vindmyllur á.
Peningaliga er felagið so mikið væl fyri, at tað væl ber hesar kanningarnar, hóast eingin studningur verður latin. Verkætlanin er mett at kosta 300.000,- krónur, sigur Johan í Niðristovu.
Hann væntar lágan framleiðslu prís. Umleið sum á vatnorku ella kanska lægri, sigur hann. At so professionellir »analytikarar« eisini eru til at kanna úrlsitini, eigur at betra um møguleikarnar at fáa lækka prísin.
Langttíðar vindmátingarnar aðrastaðni í landinum skulu sammetast við
vindmátingarnar á Mýrunum í vetur, sum soleiðis skulu vera við til at
avklara vindviðurskiftini á Mýrunum og geva grundarlag fyri komandi
niðurstøðum frá Risø.
Vísa royndirnar, at ráðiligt er at fara undir streymframleiðslu, verður væntandi ein mylla sett upp, sum hevur einar fimm-seks ferðir ta orku, sum vindmyllan hjá SEV i Neshaganum hevur, sigur Johan í Niðristovu.