Orsøkin til, at Nets í dag mælir bankum í Danmark og Føroyum til at sperra 100.000 gjaldskort, er, at Nets vil forða fyri misbrúki av hesum kortum.
Seinastu tíðina hevur Nets skrásett eitt vaksandi tal av málum um misbrúk av donskum gjaldskortum, men meginparturin av teimum 100.000 gjaldskortunum eru ikki misbrúkt enn.
Les eisini: Føroysk gjaldskort verða sperrað
Upplýsingar um hesi gjaldskort eru tó komnir í skeivar hendur umvegis onkran altjóða nethandil, og tí eru tey í vanda fyri at verða misbrúkt komandi tíðina.
Við at taka hetta fyribyrgjandi stig og stongja tey 100.000 kortini, kunnu bankar og handlar verða spardir fyri trísiffrað milliónaupphædd, sum teir kunnu missa, um gjaldskortini verða brúkt í sviki.
Les eisini: Nets vil stongja 100.000 gjaldskort
Harafturat vil Nets spara viðskiftafólk fyri stríð og kvalir av, at teirra kort verður misbrúkt, og fólk skulu gera krav upp á misbrúkta peningin. Eigarin av gjaldskortinum fær peningin aftur, um hann av órøttum verður tikin av konto.