- Andstøðan á Løgtingið hevur bara eitt endamál og tað er at forkoma ætlanini at gera Eysturoyartunnilin.
Soleiðis metir Kári P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismaður í innlendismálum, støðuna.
Andstøðan hevur annars aftur og aftur ført fram, at endamálið er at endurvinna álitið aftur á politisku skipanina. Tá ið so nógvir ivaspurningar eru reistir, er tað neyðugt at kanna málið úti í sæir fyri at staðfesta, um alt er rætt framfarið.
Men tað páhaldið heldur Kári O. Højgaard lítið um.
- Andstøðan heldur grýtuni í kók alla tíðina. Tað er bara við einum endamáli, og tað er at sabotera Eysturoyartunnilin, er Kári P. Højgaard fullvísur í.
- Tá ið andstøðan á Løgtingi ikki vil sleppa málinum er tað tí, at veruliga endamálið er at forkoma ætlanini at gera Eysturoyartunnilin yvirhøvur, er fyrrverandi landsstýrismaðurin púra sannførdur um
Hann vísir á, tað liggja ikki færri enn fimm uppskot í Løgtinginum um Eysturoyartunnilin.
Sjálvur eigur Kári P. Højgaard eitt. Samstundis eigur Janus Rein eitt uppskot, sum hann legði fyri Løgtingið, áðrenn, hann fór upp í Fólkaflokkin.
- Hini trý uppskotini eigur andstøðan. Tey hava ligið súltað í Løgtinginum nú í tríggjar mánaðir, hóast seinasta freist at viðgera tey var fyri tveimum mánaðum síðani.
- Men eingin í andstøðuni hevur tikið upp á tunguna at fáa tey til viðgerar aftur og tað kann bara vera tí, at tey vilja slett ikki hava nakran tunnil.
Meinti andstøðan nakað við tað, tá ið tey siga, at tey vilja gera tunnilin nú, høvdu tey kravt málið fyri Løgtingið aftur, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.











