Sjóvinnustýrið fer nú í samskifti við tey, sum eiga og reka fiskiskip fyri at tryggja, at óhapp, sum førdi til, at Eysturbúgvin sakk í apríl í ár, ikki endurtaka seg. Sum vit skrivaði í áðni, hendi óhappið, tí at skiparin á Vesturbúgvanum sovnaði á brúnni, tí hann var niðurundirkomin av svøvnmangli. Men alarmurin, sum skal siga frá í slíkum føri, var eisini sløktur, so eingin varnaðist nakað fyrr enn tað brast.
Les meiri her: Skiparin sovnaði á brúnni
Sjóvinnustýrið heldur, at óhappið var so álvarsligt, at í ringasta føri kundi tað kosta mannalív.
Men fyri at forða fyri, at slík óhapp henda aftur, fer Sjóvinnustýrið nú at varpa ljós á hendan trupulleikan. Tí fer Sjóvinnustýrið nú undir eitt ákak, har tey fara at seta seg í sambandi við tey, sum eiga, og reka fiskiskip fyri at samskifta við tey um trupulleikan, so at slíkt ikki skal henda aftur.











