Vilja flyta African Nations

Í hesum døgum verður spælt um afrikanska meistaraheitið í fótbólti, og ein avleiðing av hesum er, at allir teir bestu afrikansku fótbóltsspælararnir spæla fyri landsliðið næstu vikurnar. Fleiri stórfeløg í Europa hava tí mist týðandi spælarar, og tað verður mett sum óheppið. Forsetin í FIFA, Sepp Blatter, sigur, at FIFA vil nú virka fyri, at African Nations verður spælt um summarið sum øll hini stóru endaspølini í fótbólti.