Vilja finna felagsstev

Leiðararnir í teimum trimum útnorðurlondunum eru samdir um, at samstarvið teirra millum skal halda fram og útbyggjast. Har tað er møguligt skal verða tosað við einari rødd, men fortreytirnar eru ymiskar

ÚTNORÐUR

So skjótt sum ríkisfundurin var av, so var klárt til næsta fundin landanna millum. Hesaferð kallaðist fundurin fyri útnorðurfundur. Hesaferð var Anders Fogh Rasmussen skiftir út við Davíð Oddson, íslendski forsætisráðharrin. Hinar báðir vóru, sum áður, Anfinn Kallsberg, løgmaður, og Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður.
Á fundinum varð tosað um økt samstarv í útnorði í Nordisk Råd, samstarv millum londini í útnorði og grannalond og samstarv avtala millum útnorður londini og Nordisk Råd. Harumframt vórðu eisini hvalaveiða, skattaavtalur og ferðasamband millum londini umrøtt á fundinum.
Eisini kunnaðu teir tríggir um gongdina í hvørjum landi sær ? bæði búskaparliga og politiskt.
Burturúr fundinum kom einki konkret. Ikki annað enn, at teir eru allir sum ein sinnaðir at halda fram í samstarvinum, sum teir lagt lunnar undir á øðrum fundum, har teir hava hitst. Arbeitt verður framímóti einum størri parlamentariskum samstarvi, har Ísland, Grønland og Føroya skulu, har tað er møguligt, tosa við einari rødd. Prátið á fundinum var fyri tað nógva yvirordnað.
Bæði Jonathan Motzfeldt og Davíð Oddson vísti á, at teir vóru sera fegnir um høvið at hittast í einum tílíkum høpi. Ætlanin er, at útnorðurfundir av hesum slag skulu vera á hvørjum ári.

Ymsar fortreytir
Ísland er sjálvstøðugur statur, men Føroyar og Grønland virkað undir einari heimastýrisskipan í tí danska ríkinum. Hetta ger so, at fortreytirnar í stóran mun eru ymiskar fyri londini, tá tað snýr seg um gera samstarv við onnur lond. Á tíðindafundinum eftir útnorðurfundin snúði tað nógva av prátinum seg um ES, og støðuni hjá teimum trimum londunum til ES.
Hvørki Ísland, Grønland ella Føroyar hava limaskap í ES, men øll lond hava okkurt slag av avtalu við ES. Tann hjá íslendingum er tann mest umfatandi. Grønlendingar hava bert eina fiskivinnuavtalu við ES. Føroyar hava afturat einari fiskivinnuavtalu eisini eina handilsavtalu.
Løgmaður vísti á, at útnorður londini ógvuliga illa fáa talað við einari rødd mótvegis ES, tí fortreytirnar eru so ymiskar. Grønland og Føroya fáa í verandi ríkisrættarligari støðu heldur ikki limaskap í EFTA, vísti løgmaður á.
?So leingi fiskivinnupolitikkur er tann, hann er, hjá ES, so kunnu vit ikki gerast limir, segði Anfinn Kallsberg. Hann sipaði til tað sentralu stýringina av fiskivinnuni í ES. Bæði Davíð Oddson og Jonathan tóktust at vera samdur við honum.
Løgmaður vísti á, at tað verður gjørt eitt stóra arbeiði frá sínari umsiting at fáa størri kjak um ES í Føroyum og hjá ES at lurta meira eftir føroyingum. Talan er um eina drúgva prosess, segði løgmaður.
Davíð Oddson vildi ikki gera viðmerkingar til føroyska og grønlendsku sjálvstýrisgongdina.

Hvalaveiða
Hjá Davíð Oddsyni var stóra evnið á tíðindafundinum hvalaveiða. Hann vísti á, at hvalaveiða var neyðug hjá íslendingum, hóast hon í búskapinum fylti ógvuliga lítið.
?Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit kunnu halda fram við at veiða hval til matna, ið vit útflyta, segði Davíð Oddson.
Hann fýltist á, at altjóða hvalaveiðunevndin bert tó kenslulig fyrilit, sum hann tók til.