Kundi hugsað mær at vita, hví hetta er broytt, og hvaðan nýggju nøvnini stava. Helst ber illa til at krevja ognarrætt til tað sum er uttanfyri Ytstabanka. Nevndin, sum fyrireikar føroyskt krav um sjóøki suður eftir Hattonbanka, kann tí sparast burtur. Ella er kanska ætlanin at kalla Hattonbanka fyri Allarytstibanki. Fjákutu nøvnini í føroyska atlasinum vóru betur ógjørd.
Sama er skilið, tá børn skulu doypast. Her tók ein elita sær rætt til at siga, hvussu børn skuldu eita. Abbin, sum eitur Henning, kundi ikki kallast upp, tí barnið skuldi partú eita Henningur. Nógvir vanligir navnamøguleikar eru burtur, tí trongskygda elitan hevur bannlýst fleiri føroyskar stavir. Tað nýggjasta er, at nøkur útvald skulu fáa framíhjárætt til ávís nøvn til síni børn. Skulu ikki øll verða líka fyri (navna)lógini?