Vilja eisini hava visjón 2015 at røkka til Svínoyar

Svínoyingar heita enn einaferð inniliga á landsins myndugleikar um at gera tunnilin yvir í Havn


Visjón 2015 og bygdarmenning

 
Svínoyingar halda, at Visjón 2015 ætlanin hjá landsstýrinum skal eisini røkka til Svínoyar.
Og tað halda teir, at landsstýrið kann tryggja við at gera tunnil úr bygdini í Svínoy, yvir í Havn.
Í einum skrivi, sum bæði er sent  Løgtinginum, Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum og Anfinni Kallsberg, formanni í fíggjarnevnd løgtingsins, minna svínoyingar nú enn einaferð landsins myndugleikar á tunnilin yvir til Havnar
Svínoyingar hava í fleiri ár roynt at fáa landsins myndugleikar at gera tunnil yvir í Havn, men higartil hevur tað verið til fánýtis.
Tó varð peningur settur av til ymsar forkanningar í fjør og onkrar kanningar vórðu eisini gjørdar. Men so varð peningurin uppi, áðrenn kanningarnar vóru lidnar og so er ikki meiri hent.
Bygdarráðið í Svínoy heitir tí á landsins myndugleikar um at játta meiri pening so at forkanningarnar kunnu halda fram og gerast lidnar og so at tunnilin kann projekterast.
Nú forkanningarnar í sambandi við nýggjan tunnil til Norðdepil ogViðareiðis, eru við at verða lidnar, vónar Svínoyar Bygdarráð sostatt, at borivognurin kann verða fluttur til Svínoyrar, so at forkanningarnar har kunnu gerast lidnar.
At enda siga svínoyingar at teir vóna inniliga, at politiski myndugleikin fer at viðgera áheitanina við vælvild, so at visjón 2015 ætlanin eisini kann røkka til Svínyar.
 
Loysir samferðslutrupulleikan
Svínoyingar hava í nógv ár lagt nógva orku í at fáa landsins myndugleikar at gera tunnilin yvir til Havnar og tað eru ikki fáar áheitanir, ið eru farnar úr oynni suður til Havnar um hetta sama.
Við einum tunli yvir yvir til Havnina, hevði ikki verið meiri enn 15 minuttir at siglt til Hvannasunds ella Norðtoftir við einum báti, sum gongur 12 míl og tað kundi loyst samferðslutrupulleikan hjá oynni.
Talan er um ein tunnil, ið er 1.800 metrar langur.
Í dag tekur tað um ein tíma við Másanum norður á Eiði á Svínoy og hálvan annan tíma inn á Víkina, so tað sigur seg sjálvt, at ein tunnil yvir til Havnar hevði havt avbera stóran týdning fyri svínoyingar.
Teir eru sannførdir um, at tað hevði ment Svínoynna, sum so hevði komið á áleið sama støði sum Kalsoy er á í dag. Ein heilt avgerðandi fyrimunur er, at í Havnini í Svínoy er altíð kyrt, so verður tunnilin gjørdur, høvdu trupulleikarnir við illveðri ikki verið.
Eisini vísa teir á, at í Svínoy kunnu fáast fleiri góð aliøki við stórari útskifting á streymasjógv, men ein fortreyt fyri hesum er, at  tunnil verður gjørd yvir í Havn, so at samferðsluviðurskiftini verða í eini tryggari legu.