Vilja eiga 100 prosent

TF Holding skriva í tíðindaskrivi, at tey eru komin ásamt við Finansiel Stabilitet um treytirnar fyri sølu. ES-reguleringar bera tó við sær, at handilin skal vera gjøgnumskygdu við møguleika hjá triða parti at bjóða

 

 

Bæði TF Holding og Finansiel Stabilitet hava í dag sent út tíðindaskriv, har tey skriva, at seinastu 30%, sum danski bankastovnurin eigur í Eik Banka nú skulu seljast.

 

- Avtalan umfatar tey seinastu 30 prosentini av partapeninginum í Eik Banka, sum Finansiel Stabilitet enn eigur, eftir at TF Holding keypti 70 prosent av partapeninginum í februar 2011. Avtalan er treytað av, at Finansiel Stabiliet fær møguleikan at bjóða ognarlutin alment út til áhugaðar íleggjarar fyrst og av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum, skrivar TF-holding í sínum tíðindaskrivi.

 

Finansiel Stabilitet fer nú undir eina sølutilgongd, sum sambært EU reglugerð skal vera opin og gjøgnumskygd; møguligir keyparar skulu vera javnsettir, og søluprísurin skal vera so høgur sum gjørligt.

 

- Vit hava alla tíðina havt áhuga í at keypa seinasta ognarlutin, og eru nú komin ásamt við Finansiel Stabilitet um treytirnar. Sølutilgongdin, ið Finansiel Stabilitet nú fer undir, er partur av EU reglugerð, so hetta kann ikki gerast øðrvísi. Vit fylgja tilgongdini og gongst alt sum ætlað, so eiga vit 100 prosent av partapeninginum í Eik Banka innan árslok”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

 

Umframt treytaðu keypsavtaluna, ið partarnir nú hava gjørt, hevur TF Holding enn forkeypsrætt til seinasta ognarlutin, sambært einari eigaraavtalu, sum partarnir gjørdu í sambandi við søluna í februar 2011.