Vilja byrja væl

Hjálparvenjarin á føroyska landsliðnum ásannar, at fráveran verður tung at bera. Men dysturin í Portugal var góð fyrireiking í so máta, heldur Jens Martin Knudsen

Síðani føroyskur fótbóltur kom upp í altjóða fótbólt, hevur ein felagsnevnari verið púrasta fastur.

Jens Martin Knudsen vardi føroyska landsliðsmálið í nógv ár, og eftir hetta hevur hann virkað sum málmans- og hjálparvenjari hjá landsliðnum.

Tey 20 árini, sum hann hevur verið kring landsliðið, er tó sjáldan, at fráveran hevur verið somikið stór, sum hon er tað hesaferð, ásannar Jens Martin.

- Súna Olsen og Christian Lamhauge Holst vistu vit av fyri eini tíð síðani, og tí vóru vit fyrireikaðir til tað. Teir eru eisini partur av skapandi spælinum okkum, og tá vit neyvan koma at stýra nøkrum dysti í Beograd, var tað kanska ikki nøkur vanlukka í so máta. Heldur ikki hóast teir kunnu vera við til at halda bóltin í egnari røð og har við taka nakað av trýstinum burtur.

- Men síðani eru sjálvandi aðrir skaðar komnir, og teir hava á sín hátt rakt meinari, haldi eg. Tekur tú Fróða og Rógva, so eru teir eisini lyklaspælarar við nógvari rutinu. Og samstundis eru teir millum sterkastu spælarar okkara í loftrúminum, og tí er tað sera tungt at vera báðar fyriuttan, sigur Jens Martin Knudsen,

 

Aftur til Landskrona

Samanlagt bendir hetta á, at føroyska spælið kanska verður mest átøkt tíðini í Landskrona, har tað javnan vóru 11 føroyingar í egnum brotsteigi.

Í øllum førum er Jens Martin sannførdur um, at talan verður um eitt rættiliga verjukent føroyskt lið.

- Eg rokni við, at tað verður á leið tað sama, sum vit sóu í Portugal, og í so máta var tann dysturin góð fyrireiking. Tað ræður fyrst og fremst um at standa væl í verjupartinum, og tað gjørdu vit í 85 minuttir ta ferðina. Kontra møguleikar fáa vit altíð, og so mugu vit vóna, at vit kunnu gagnnýta onkrar av hesum.

Og hvat er so eitt gott úrslit?

- Eg fari ikki at seta nøkur tøl á. Men tær báðar seinastu undankappingarnar hava vit byrjað rættiliga illa. Nakað sum hevur sett sín dám á bæði hópin og áskoðararnar fyri restina av undankappingini. Tað vóni eg, at vit sleppa undan hesaferð. Og hóast vit mangla týðandi og royndar spælarar, so havi eg gott mót. Í Portugal sóu vit í fleiri førum, hvussu menn vildu ofra seg. Og vilja teir tað, so hava vit fortreytirnar fyri at skapa eitt gott úrslit, heldur Jens Martin Knudsen.