Vilja byggja savn fyri Ova Joensen

Býráðið skal viðgera umsókn um Ovasavn

Tórshavnar býráð skal í kvøld viðgera eina umsókn um byggiloyvi til Ovasavn í Nólsoy.

Ovasavnið skal vera Ova Joensen, sála, sum róði til Danmarkar við Dianu Victoriu, til heiðurs, og eftir ætlan skal Ovasavnið byggjast á tveir matriklar, soleiðis at bygningurin verður 101m2 til støddar. Harumframt skal savnið eisini hava eina terrassu á 10m2.

Annar endin av bygningum skal vera í einari hædd, og har skal bátasavnið vera. Hin endin verður kortini í tveimum hæddum og skal húsa móttøku/kunningarstovu, WC og mynda- og filmssavni.

Matriklarnir, ið byggjast skal á, liggja í umráðisparti D av byggisamtyktini fyri Nólsoy, sum er lagt av til almennar stovnar, undirvísing, mentanalig endamál, átrúnaðarlig, heilsulig endamál og annað.