Vilja byggja Sandoyartunnil og Skálafjarðartunnil

145 milliónir um árið fyri ein tunnil, ella 109 milliónir fyri tveir tunlar.

Tað skal løgtingið taka støðu til, tá tað kemur saman aftur á Ólavsøku. Tingfólkini Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen hava í dag sent eitt lógaruppskot til hoyringar, sum skal geva Løgtinginum høvi til at taka støðu til ein almennan tunnilsleist, sum tryggjar bæði ein sandoyartunnil og ein skálafjarðartunnil.

-Vilja vit gjalda 69 krónur í 30 ár fyri at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin – og ongan Sandoyartunnil bora? Ella vilja vit gjalda einans 46 krónur, og bora báðar? Vilja vit gjalda 145 milliónir árliga fyri ein tunnil – ella 109 milliónir árliga fyri tveir tunlar, spyrja Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen.

Mælt verður til at partapeningurin í felagnum verður tilsamans 260 millónir kr, sum verður inngoldin yvir fleiri ár. Felagið kann rinda landskassanum hendan pening aftur, tá felagið eftir nøkrum árum fær gjaldførisavlop.

-Við hesum leistinum ber til at tryggja brúkararunum av Skálafjarðatunlinum bíligari prísir, fast samband til Sandoynna, binda størri part av landinum tættari saman, og spara landskassanum og harvið skattgjaldararunum stórar upphæddir. Talan er tí um greiða vinn-vinn støðu fyri brúkararnar, vinnuna og samfelagið Føroyar, siga Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannsen.