Vilja byggja í nýggjari útstykking

Í Eiðis kommunu hava tey nú fingið staðfest, at stórur áhugi framvegis er fyri at byggja í kommununi.

 

 

Í summar heitti Eiðis kommuna á áhugaði, sum kundu hugsað sær at bygt sær sethús, um at skriva seg upp til grundstykki, og tá freistin herfyri var farin, høvdu tíggju fólk skrivað seg upp. - Tað merkir, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri, at tað framvegis eru fleiri, sum vilja byggja í kommununi.

Tískil er ætlanin hjá Eiðis kommunu at keypa meira lendi um somu leið, har hesi fimm nýggju grundstykkini nú verða.

- Vit vilja gjarna geva rúm fyri nøkrum grundstykkjum aftrat í framhaldi av útstykkingini, sum nú skal bjóðast út, og áhugi tykist vera fyri hesum í bygdaráðnum, sigur borgarstjórin.

Hann vísir á, at neyðugt verður eisini hjá Eiðis kommunu at útvega møguleikar til bygging aðrastaðin í kommununi, eitt nú í Svínáum og við Ljósá.

Borgarstjórin sigur, at seinastu 15-20 árini eru eini 12-13 sethús bygd fram við Gerðisvegi. Við tað, at fleiri hava sett seg niður her, er økið eisini vorðið rættiliga barnavinarligt.

- Tí fara vit við góðum treysti víðari um hesar leiðir – fyrst við nýggju útstykkingini á fimm grundstykki og síðan, um tað fer at eydnast okkum at keypa meira lendi – ætlandi við nøkrum grundstykkjum aftrat, sigur Jógvan í Skorini.