Vilja byggja fótbóltshallir kring landið – men vilja ikki byggja bústaðir

– Løgtingsmaður undrast stórliga

Tað sær út til, at Fólkaflokkurin vil lata almennan stuðul til at byggja fótbóltshallir. Men samstundis vil flokkurin ikki hoyra talan um, at tað almenna skal hjálpa til at byggja bústaðir. Tað heldur Jógvan Skorheim, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, og hann sigur samstundis, at hann skilir yvirhøvur ikki raðfestingina hjá Fólkaflokkinum.

 

Og tað sigur hann, nú Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, og Bill Justinussen úr Miðflokkinum, hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at landskassin skal lata upp í 50 prosent í stuðuli, tá ið fótbóltshallir verða bygdar.

 

 

Les eisini: Vilja hava fleiri fótbóltshallir í Føroyum

 

 

Í hesum sambandi vísir Jógvan Skorheim á, at fyri stuttum legði Sjálvstýri uppskot fyri Løgtingið um at geva kommunum heimild til at byggja bústaðir. Men tað var Fólkaflokkurin hart ímóti, tí flokkurin sigur, at tað almenna skal halda seg burtur frá bústaðarmarknaðinum. Fólkaflokkurin heldur tvørtur ímóti, at fær privata vinnan frið at virka, og fær privata vinnan somu sømdir til bílig grundstykki sum Bústaðir, er bústaðarneyðin loyst um tvey ár.

 

Jógvan Skorheim skilir slett ikki, hví Fólkaflokkurin heldur at trotið á fótbóltshallum er ein størri trupulleiki enn trotið á bústøðum. Heldur enn at byggja fótbóltshallir, vildi sjálvstýrismaðurin, at alt Løgtingið tók lógvatak saman um at loysa bústaðarneyðina. 

 

Men skal almennur stuðul latast til at bøta um umstøðurnar at íðka ítrótt, vildi hann, heldur, at løgtingið gjørdi eina stuðulsskipan við tí endamáli at útvega hentleikar til at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya, og í hesum sambandi er tað ikki bara fótbóltur, tað snýr seg um.

 

Bill Justinussen heldur, at fótbóltur kann ikki samanberast við annan ítrótt, tí tað eru heilt aðrir pengar í fótbólti, tí fótbóltur kastar eisini rættiliga nógvar pengar av sær og sostatt er hann ein íløga.

 

Annars vístu suðuroyartingmenninir báðir, Bjarni Hammer og Henrik Old, á, at í Vági er ein marghøll bygd og teir hildu, at tað var sjálvsagt, at hendan høllin eisini fekk studning, verður hetta samtykt.

 

Bill Justinussen sigur, hetta snýr seg um at stuðla fótbóltshallum, men marghøllin í Vági er ikki ein fótbóltshøll. Men leggja suðuroyartingmenn eitt uppskot fyri Løgtingið um at stuðla Marghøllini í Vági, og Pálshøll, ivast hann ikki í, at tað verður samtykt.