Vilja byggja fótbóltshøll við heilum vølli á Tvøroyri

Nú eru útlit fyri Føroyingar fáa sína fyrstu fótbóltshøll við einum vølli í fullari stødd.

 

Tvøroyrar Býráð hevur nevniliga nú samtykt at byggja eina fótbóltshøll á ítróttarøkinum við Stórá í Trongisvági, har heimavøllurin hjá TB eisini er.

 

Í hesum sambandi hevur Tvøroyrar býráð samtykt at biðja um fund við Fótbóltssamband Føroya við tí í hyggju at vita, hvørjir møguleikar eru, og hvørjir møguleikar eru fyri at fáa fíggjarligan stuðul frá Fótbóltssambandinum til endamálið.

 

Høllin, talan er um at byggja á ítróttarøkinum við Stóra, er ein fótbóltshøll í fullari stødd, har landskappingardystir, og landsdystir kunnu vera.

 

Í hesum sambandi kann talan verða um at leggja vøllin, sum longu er við Stórá, undir tak, men talan kann eisini verða um at byggja eina høll beint við vøllin, tí tað er ivaleyst av plássi til tað, staðfestir býráðið.

 

Av tí, at tað er komið so stutt áleiðis við ætlanini, at tey enn ikki vita, hvussu høllin verður, hevur býráðið heldur ikki nakra meting av, hvussu nógv ein slík høll fer at kosta.

 

Men onnur, sum hava tosað um at gera innandura fótbóltshøll í fullari stødd, hava tosað um ein prís upp á einar 75 milliónir.

 

- Fyrsta stigið verður at fáa fund í lag við fótbóltssambandið, fyri at vita, hvat krevst eini slíkari høll, og hvørjir møguleikarnir eru, eisini fyri fíggjarligum stuðuli, og so verður arbeitt víðari eftir úrslitinum av tí fundinum, sigur býráðið.

 

Býráðið sigur, at fíggjarliga rásarrúmið hjá kommununi er so mikið gott nú, at tað er ráðiligt at fara undir eina verkætlan, sum hesa.

 

Tað hevur eisini alla tíðina verið greitt, at graslíkisvøllurin, sum er gjørdur við Stórá, skuldi bara vera fyrsta stigi í einum ítróttardepli - og nú verður ein fóltbóltshøll so kanska tað næsta byggistigið, staðfesta tey í býráðnum á Tvøroyri.

 

- Føroyskur fótbóltur er sprottin á Tvøroyri, og TB er elsta fótbóltsfelag í landinum, so tað er ikki annað enn natúrligt, at vit eisini taka hetta stigið, halda tey í býráðnum.