Um orsøkirnar til at tey vilja hava navnið broytt sigur MEGD,
- Brekumboð er navnið á føroysku mannarættindaeindini, sum nú verður skotin upp at seta á stovn. Tað navnið má broytast til brekrættindaumboð. Orsøkirnar eru fleiri. Eitt nú gera vit skilað til Løgtingsins umboðsmann og Barnaumsboðsmannin, sum eru stovnar, ið viðgerða klagur frá borgarunum.
Við ískoytinum rættindi leggja vit dent á tað, sum málið í veruleikanum snýr seg um: nevniliga at tryggja, at mannarættindi, Føroyar hava bundið seg til á pappírinum, verða umsett til ítøkilig rættindi í innlendis lóggávu. Samstundis boða vit frá, at vit sum samfelag hava flutt okkum frá eini tíð, har fólki við breki vóru sett í sambandi við vælvild og olmussu til eina nýggja tíð, har fólk við breki hava fingið ítøkilig løgfrøðilig rættindi.
Brekrættindaumboðið verður ikki klagumyndugleiki, soleiðis sum vit kenna tað frá Løgtingsins Umboðsmanni, men fer at arbeiða meira yvirskipað.
Millum annað verður uppgávan alment at vísa á, hvørji viðurskifti virka, hvørji tørva ábøtur og hvørji rættindi mangla í Føroyum.











