-Vilja brúka meira orku og pengar her

- Vit síggja framvegis møguleikar á Føroyaøkinum, og tí fara vit framvegis at nýta orku og pening uppá fyri at klárleggja, hvar kolvetni kann vera sigur Rúni Hansen, føroyski stjórin í Statoil Exploration, nú Statoil sum einasta fyristøðufelag frá 1. útbjóðing, hevur boðið í 2. rundu á landgrunninum.

2. útbjóðing




Hann sigur víðari, at teir eru væl vitandi um, at váðin og harvið avbjóðingarnar eru stórar á økinum, men tað hevur ikki hildið teir burtur frá at síggja møguleikarnar, sum kunnu finnast. ?Vit skulu bora ein brunn afturat, sum vit bundu okkum til í fyrstu útbjóðingarrundu, og vit halda, at hann kemur at geva okkum, um ikki annað, so virðismiklar upplýsingar um basaltøkið longur norði. Vit hava sum nú er ov lítla vitan um tað øki. Hinvegin kanst tú so eisini siga, at ivin kemur Føroyaøkinum til góðar - tað veldst alt um hvat fyri brillur tú hevur.

Rúni Hansen vísir á, at Statoil er virkið bæði á enskum og norskum øki, og hevur sum kunnugt, nógva framleiðslu her, so teir eru ikki heilt ókunnugir við økir av líknandi slagi. Tað hevur eydnast hjá teirra jarðfrøðingum at víst á, hvar oljan er á teimum økinum, og vónandi verður tað sama galdandi á Føroyaøkinum um nøkur ár. Tað er í øllum førum tað teir arbeiða fram ímóti sigur hann.

Uppá fyrispurning um teir hava umhugsað at kanna møguleikan fyri at flyta brunnin úr sokallaða "Gullhorninum" og longur norður til teirra 9 ára loyvi, sigur Rúni Hansen, at hetta er sjálvandi ein møguleiki og eisini nakað, sum teir hava umhugsað. Tað vil so eisini vera ein samráðingarspurningur við Uppá fyrispurning um ikki eisini feløg sum BP og Amerada Hess, sum hava tveir brunnar eftir at bora í 1. útbjóðing, hava møguleika at bora hesar í eitt nú 9 ára loyvinum hjá Statoil og øðrum feløgum sigur Rúni Hansen, at hetta er ikki nakað, sum hann kann svara. Tað má vera ein spurningur, sum ídnaðurin samlaður finnur út av og eisini Oljufyrisitingina.

Annars er Statoil sum skilst við í fleiri av umsóknunum,sum eru latnir inn til Oljufyristingina í sambandi við nýggju útbjóðingina, bæði sum partur av øðrum samtaki við ChevronTexcaco sum fyristøðufelag og sjálvt sum fyristøðufelag.

Vit hava spurt Statoilstjóran, hvussu tað ber til, at teir eru einasta fyristøðufelag frá 1. rundu, sum hevur søkt um teigar í nýggju útbjóðingini! Til tað sigur Rúni Hansen, at teir á sínum níggju ára loyvi síggja møguleikar at finna olju og gass undir basaltinum, og tí er tað náttúrligt, at teir eru við nú eisini. Hann vil tó hvørki gera viðmerkingar til brunnin, sum varð boraður beint hinumegin markið í summar, og sum í altjóða oljupressuni verður sagdur at vera eitt sera stórt og áhugavert fund ? og um hann kanska eisini er ein av orsøkunum til, at Statoil eftir øllum at døma ynskir at fáa lut í fleiri teigum við markið.

Um vit nú ímynda okkum, at tað er rætt, at Statoil hevur verið við at gera eitt stórt fund beint hinumegin markið (Rosebank/Lochnagar) og vitandi, at felagið hevur fatur á sera áhugaverdur strukturum inni á føroyskum øki í sínum 9-ára loyvi, so er eisini náttúrligt at gita, hví felagið nú eisini er so áhugað í 2. útbjóðing, sum nettupp umfatar øki, sum liggja millum fundið hinumegin markið og teirra egna 9 ára loyvi. Hesar okkara metingar hevur Statoilstjórin heldur onga viðmerking til.

Tað skilst annars, at oljufólk eru rættiliga kløkk av, at Anadarko, sum var við í 1. rundu, ikki hevur boðið í hesum umfarinum, nú felagið hevur brúkt nógva orku at loysa basaltgátuna. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa viðmerking frá Anadarko.