– Hetta er ein trupulleiki, sum sær út til at vinda upp á seg, men nú fara vit at taka stig til at loysa hann.
Tað sigur Bogi Andreasen, býráðslimur í Havn, og formaður í Vinnu- og Havnanevndini hjá býráðnum.
Tórshavnar Býráð hevur gjørt nógv burtur úr at gera Vágsbotn til ein miðdepil í Havnini og ein stórur partur av tí hevur verið at veitt kloakkir burtur úr Vágsbotni fyri at sleppa undan lukti og dálking.
Og tað hevur verið ein munandi bati.
Men nú ein dagin gramdi Mortan Johannesen, sum er trúfastur á sølutorginum í Vágsbotni við fiskavørum, seg um, at sjógvurin var illa dálkaður av olju og aðrari óhumsku.
Og helt lítið um, at hann skuldi standa og selja mat beint við slíka óhumsku.
Bogi Andreasen sigur, at tey eru greið yvir trupulleikan.
Ein partur av trupulleikanum er, at virksemið í Vágsbotni er vaksið so ómetaliga nógv seinastu árini, og tað elvir til dálking.
Ein annar partur av trupulleikanum er, at ein oljuskiljari er innast í horninum í Vágsbotni, men hann er javnan og savnan typtur.
Kanska er hann í minna lagi til tað virksemi, sum er í Vágabotni, men hann er eisini altíð typtur av pitsabakkum, plastgølsum, og øðrum, sum verður tveitt viður við bryggjuna, serliga um næturnar.
Og Bogi Andreasen kann ikki annað enn geva Mortani Johannesen rætt í, at tað sær ikki tespuligt út.
Hann sigur, at tá ið ólavsøkan er fingin aftur um, fer hann at tosa við Tórshavnar Havn um, hvussu trupulleikin kann loysast.
Ein máti kann vera at útvega ein størri oljuskiljara, ella tvey, men talan kann eisini vera um onkran skiljara, sum tekur plast og annað upp, sum annars liggur og flýtur í sjónum.
Hann vísir á, at tað er nógv gjørt fyri at gera Vágsbotn til eitt livandi miðdepil í Havnini, við nógvum útilívið, og tá er tað ikki serliga tespuligt, at sjógvurin er so skitin, sum hann er á myndini.
Myndin er tikin hendan dagin, Mortan Johannesen gramdi seg um støðuna. Les meiri um tað við at trýsta HER











